Samgongulimir spektir eftir fáum tímum

? Eg hevði ikki væntað annað úrslit av samgongufundinum týsdagin, men undrist kortini, at Sámal Petur í Grund og Heini O. Heinesen eftir fáum tímum eru vorðnir so spakir sum heimalomb, sigur formaðurin

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur í viðmerking til úrslitið av samgongufundinum um landsverkfrøðingsmálið, at framferðin hevur verið sera klombrut, og er tekin um vánligt politiskt hegni.

? Nú hevur landsstýrismaðurin fingið eina »nøs» og hevur , sum eg skilji, biðið um fyrigeving, sigur Edmund Joensen, sum einki hevur at siga til tað.

? Tað undrar meg kortini at samgongulimirnir Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund, sum lovaðu bál og brand fyri jól, og nærum órógvaði jólafriðin, eftir fáum tímum eru vorðnir so spektir sum fitt heimalomb, sigur EdmundJeonsen.


Andstøðan einki innlit

Hann heldur samstundis, at tað er torført at meta um, hvat er hent í málinum, av tí at andstøðan ikki hevur innlit, og ikki veit í smálutum, hvat er hent í málinum um samanleggingina og uppsøgnina av landsverkfrøðinginum.

? Tað er ið hvussu er sera óheppið fyri politisku skipanina, at so klumbrut er farið fram. Tað skapar ótrygg viðurskifti.

? Hvat hevði tú annars væntað av hesum fundi?

? Eg hevði ikki væntað annað enn tað sum hendi, men sum eg skilji hetta, so vil Tjóðveldisflokkurin ikki annað enn fullveldi, og letur tí Fólkaflokkin fáa sín vilja í hesum máli. Hvat Sjálvstýrisflokkinum viðvíkiur, so hongur hann bara uppi í.


Ongantíð talan um at leggja saman áður

? Tað hevur ongantíð verið upp á tal áður at leggja stovnarnar saman, og nú bíði eg spentur eftir frágreiðingini, sum skal avdúka, hvørjir fyrimunir eru við samanleggingini, sigur Edmund Joensen, sum ikki skilir hví stovnarnir skulu leggjast saman, tá teir báðir eru undir sama aðalstýri.

? Sjálvandi, um hetta er politiski viljin, so kunnu teir føra ætlanin út í lívið. Bert tykist eingin samanhangur vera í hesum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.