? Eg vildi havt, at hetta fekk avleiðingar fyri Landsstýrismannin. Finnbogi Arge skuldi verðið rendur til hús.
Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins er sera misnøgdur við úrslitið av samgongufundinum um samanleggingina av Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni og uppsøgnina av Henningi Jacobsen.
Hann heldur, at tað einasta rímiliga var, at landsstýrismaðurin varð sagdur úr starvi.
? Tí avleiðingin av hansara óstorstligu framferð, er, at allir møguleikar fyri samstarvi ímillum hesar báðar stovnarnar, eru nú fyribeindir.
Hann dugir eisini at síggja, at hetta er komið arbeiðnum hjá samgonguni fyri fullveldi í stóran vanda.
? Í arbeiðnum fyri fullveldinum hava vit lagt alstóran dent á at vit ikki taka nøkur óráð fyri, men at vit kanna allar fyrmunir og vansar, áðrenn nøkur sum helst stig verða tikin.
? Og so kemur ein landsstýrismaður og ætlar at leggja tveir av landsins størstu stovnum saman, uttan nakra sum helst fyrireiking ella kanning.
Hetta skapar slíkan ótryggleika á samgonguna, at tað kann í ringasta føri føra til, at fullveldismálið fellur á eini fólkaatkvøðu.
? Tí vit hava enn onga sum helst frágreiðing fingið frá Finnboga Arge ella frá løgmanni um, hví tað er skilagott at leggja hesar báðar stovnarnar saman.
? Eg skilji heldur ikki, at løgmaður letur seg niðurbinda av sínum egna landsstýrismanni og letur hann gera akkurát sum hann vil.
Góðtóku kortini
Heini O. Heinesen sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur kortini góðtikið semjuna, tí hetta var einasti máti fyri at koma víðari í samgonguni.
Men tá ið hetta býður tykkum so nógv ímóti, men at tit góðtaka tað kortini, er tað so ikki eitt signal Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, at tit góðtaka hvat sum helst fyri at koma á mál við fullveldinum?
?Fullveldið er eitt ómetaliga stórt mál, og Høgni Hoydal er tann einasti, sum hevur givið hesi samgonguni nakað nýtt, og hann hevur gjørt eitt stórt og dygdargott arbeiði.
? Restin av politikkinum hjá samgonguni byggir alt á gamla, ikki minst tær gomlu leivdirnar frá Edmundi Joensen.
? Arbeiðið, sum nú fer fram í samgonguni er ikki annað enn framhald av tí, sum Edmund Joensen ikki hevði stundir seta í verk
? Í so máta eri eg sera vónbrotin av úrslitinum hjá hesi samgonguni.
? Tað skerst ikki burtur, at fulveldið er eitt mál, sum Tjóðveldisflokkurin setir høgt. Og seta vit okkum uttanfyri, missa vit alla ávirkan, tí aðrir flokkar í tinginum hava onki at bjóða tann vegin.
? Spurningurin er, um tað er nøkur gongd leið at fara úr samgonguni. Stavnhaldinum kunnu vit ikki sleppa, uttan víðari.
? Men at siga, at vit góðtaka hvat sum helst, er skeivt, tí tað hava vit ikki gjørt, og tað gera vit heldur ikki.
? Men vit bíða spentir eftir frágreiðingini um tað skilagóða í at leggja báðar stovnarnar saman. Og tann frágreiðingin skal vera meiri ítøkilig enn tað, sum Finnbogi Annars hevur fingið á skaftið higartil.









