Nógvur føroyskur ítróttur í SvF komandi vikurnar

Sjónvarp Føroya fer at senda U21-hondbólt beinleiðis í endanum av januar, og annar føroyskur ítróttur er eisini á veg á skíggjan hjá SvF, millum annað svimjing og Oyggjaleikir seinni í ár

Kappingin Føroya sterkasti maður verður tað fyrsta, Sjónvarp Føroya fer at senda av føroyskum ítrótti í ár, og SvF hevur eisini annan heimligan ítrótt á skránni, bæði tann komandi mánaðin og restina av 1999.

Ivan Niclasen, programleiðari í SvF, er væl vitandi um atfinningarnar, Sjónvarpið hevur fingið, tí tað ikki sendir nóg nógvan føroyskan ítrótt, og hann sigur, at tey kenna kritikkin og skilja hann.

Teir ítróttaráhugaðu føroyingarnir hava kortini ymiskt at gleða seg til, bæði í nærmastu framtíð og seinni í ár.

Triðja jóladag var kappingin um at gerast Føroya sterkasti maður í ítróttarhøllini á Hálsi, og henda kappingin verður víst í SvF ein av komandi døgunum.

Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska unglingalandsliðið í hondbólti spæla tveir EM-dystir, og annan av hesum fer SvF at senda beinleiðis. Og fyrst í februar verður aftur hondbóltur at síggja í føroyska sjónvarpinum. Tá eru tað steypafinalurnar, sum eru á skránni, og eins og undanfarin ár er SvF við á Hálsi og sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis.

Seinni í vár verður FM í svimjing, og eins og í fjør fer SvF at senda frá kappingunum í svimjihøllini í Havn.


Frá Atlantic Giant

til Oyggjaleikirnar

Í 1998 var størsta føroyska ítróttarhendingin í SvF kappingin Atlantic Giant í Gundadali.

? Tað var ein góð framleiðsla fyri okkum, og tað var eisini stuttligt, at ein so stór ítróttarhending fór fram í Føroyum, og at Sjónvarp Føroya kundi vera við, sigur Ivan Niclasen um kappingina við tíggju av heimsins sterkastu monnum, sum var á ólavsøku, og sum sviin Magnus Samuelsson vann.

Í ár verður størsta avbjóðingin hjá føroyska sjónvarpinum Oyggjaleikirnir, sum vera á svensku oynni Gotlandi í summar.

? Á Jersey fyri tveimum árum síðani høvdu vit nógv fólk á staðnum. Tað er jú ikki heilt bíligt at senda so nógv fólk avstað í so langa tíð, men vit ætla so sjálvandi at fylgja væl við aftur í ár og fara at royna at fáa tilfarið heim so skjótt sum gjørligt, helst sama kvøld, sigur Ivan Niclasen.

Hann sigur, at SvF fer at royna at fáa eitt samstarv í lag við Channel TV (sjónvarpsrásin hjá Ermasundsoyggjunum, blðm.) og svenska sjónvarpið SvT.


Fýra heimadystir

hjá landsliðnum

Fótbólturin hevur eisini stóran áhuga millum hyggjararnar. SvF hevur fingið loyvi at senda ein dyst úr ensku Premier League beinleiðis hvønn leygardag, og brot úr hinum dystunum verða so eisini send týskvøld. SvF er saman við BBC einasta nationala sjónvarpsrás, sum hevur rætt til at senda frá ensku landskappingini, so her eru føroyingar ikki sørt priviligeraðir.

Í fjør kom Sjónvarp Føroya við í føroysku landskappingina móti endanum við sendingini »Horna«, og Ivan Niclasen sigur, at SvF eisini í ár fer at gera okkurt burturúr fótbóltinum. Men tað verður ikki hvørt vikuskiftið, tí tað er tað ikki kapasitetur til.

Harumframt spælir føroyska A-landsliðið ikki færri enn fýra heimadystir í ár í EM-undankappingini ? tveir í juni og tveir í september ? so her verður eisini okkurt at gleða seg til hjá teimum, sum ikki halda seg til sjálvi at vera á staðnum, tá landsliðið spælir.

Hetta er so tað, Sjónvarp Føroya hevur á tapetinum í løtuni, men tað kann hugsast, at okkurt kemur afturat, sum árið líður.