Jacobsen er fødd 31. august í 1964, býr í Fuglafirði, er gift við Elibert og tey eiga ein son. Hon hevur arbeitt í banka til 2010, og á Løgtingi frá 2010 til 2015 og aftur frá 2019 til í dag. Frá 2015 til [...] Bakkafrost, síðsta árið í móttøku og fíggjardeild. Edva er útbúgvin innan bankayrki, har hon arbeiddi í 25 ár, síðan tikið aðrar eftirútbúgvingar, tann seinasti er Akademiútbúgving í búskap og tilfeingi. [...] hava atgongd til bestu skipanir í Ríkinum til okkara borgarar, eitt nú innan sjúkraviðgerð og útbúgving, og eg haldi, at mínar royndir og innlit í politiskt arbeiðið, eisini í uttanlanda politiskum samstarvi
økt við umleið 115 miljónum í juli 2022 í mun til juli í fjør, og skuldin hjá kommununum var tilsamans 1,3 miljardir í juli 2022 í føroysku bankunum. Ein partur av vøkstrinum í útlánum hjá føroysku bankunum [...] sum eitt tríggjar mánaðar miðaltal var 2,3% í juli 2022 í mun til árið fyri. - Í juli fjør var útlánsvøksturin til samanbering 5,5% hjá føroysku bankunum. Í juli 2022 stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum [...] mijónir meira í juli 2022 samanborið við juli í fjør. Meðan privata vinnan hevur lænt 400 miljónir meira í hesum tíðarskeiði, hava almennu fyritøkurnar minkað um sína skuld við 180 miljóbum í sama tíðarskeiði
17. august í ár slapp Atli at spæla seinastu 10 minuttirnar í dystinum millum Skála og Víking saman við 16 ára gamla soninum, Árna Nóa Atlasyni. Tað var ein heilt serlig løta. Dysturin móti NSÍ í Sarpugerði [...] serligur hjá Atla. Talan var um dyst nummar 400 hjá Atla í bestu fótbóltsdeildini. Tað var flaggdagin, 25. apríl í 2004, at Atli spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini fyri GÍ, ið vann 3-2 á ÍF hendan dagin
ikki at verða so! - Kjarnin í øllum er, at ADHD viðgerðin er so effektiv, at negativa gongdin kann vendast óansæð, hvar í lívinum ein er. Hettar hevur psykiatriin eisini víst á í fleiri ár! Vaksandi tølini [...] rópt varskó í fleiri ár, so at vit eru endaði í hesari syndarligu støðuni nú, er tíverri manglandi raðfesting, vitan og virðing fyri, hvat psykatri, psykoedukatión og sernámsfrøðin kann í dag! Bíðilistin [...] alla familjuna? Psykiatriin, felagsskapir og einstaklingar hava í fleiri ár ávarað og rópt varskó! Leiðslan á psykiatriska deplinum hevði í 2018-19 eina ætlan fyri eina ADHD klinikk, men sum bert fekk ein
vegna Føroyar í Arktiska ráðnum, eina í Nuuk í Grønlandi um leiting og bjarging, og hina í Kiruna í Svøríki um burðadygga menning og fyribyrgjan av oljudálking. Hann var vegna Føroyar í stórum stríði við [...] Kaj Leo Holm Johannesen er føddur 28. august 1964. Hann er uppvaksin og býr í Havn. Kaj Leo er útbúgvin skipsførari. Kaj Leo var formaður í Sambandsflokkinum í tíðarskeiðnum 2004 til 2015. Hann sat sum [...] eisini handilsavtalu við Turkaland. Í síni tíð sum løgmaður fekk Kaj Leo stóra virðing frá danska uttanríkisráðnum og frá donskum forsætisráðharrum. Kaj Leo var formaður í HB og varð við sínum royndum, bæði
hilnast so væl hjá í heyst, sum í dag hittast í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av grannunum í NSÍ. Kortini eru dagsskráirnar heilt ymiskar. Hóast Víkingur ikki hevur vunnið fulla úrtøku í landskappingini [...] javnleikur á útivølli ímóti B36. Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir í dag. Hjá NSÍ snýr tað seg um at vinna í hvussu so er eitt stig í stríðnum at sleppa undan at flyta niður. NSÍ er næstaftast við 21 stigum [...] NSÍ hevur ofta staðið seg væl í Gøtu, men nú eru tað trý ár síðani, at tað eydnaðist NSÍ at vinna stig við út aftur um Gøtueið. Síðsta ferðin, at NSÍ vann stig í Gøtu var í 2019, tá ið NSÍ vann 3-2. Fýra
av russiska forsetanum, Vladimir Putin undir stórum hátíðarhaldi í 2019. Krim er ein ukrainsk hálvoyggj, sum Russland tók í 2014. Tað eru í morgun ongar fráboðanir um fólk, sum hava fingið skaða, ella um [...] jarnbreytarfelagnum, sum stendur fyri tokferðsluni til Krim, er talan um eld í einum góðstoki. – Eldur er komin í ein tangavogn aftast í einum góðstoki. Lokomotivið og nakrir bilar aftan fyri tað er farin til [...] Síðani russisku innrásina í Ukraina fyrst í árinum hava myndugleikapersónar úr Ukraina tosað um brúnna sum eitt mál, urkainar fegnir vilja raka. So seint sum um miðjan august skrivaði ráðgevi fyri ukrainska
Russiska álopskríggið í Ukraina gongur nú á áttanda mánaði, og í løtuni sær ikki út til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eydnuna við sær. Fyrr í vikuni upplýsti ukrainska verjumálaráðið, at [...] Vladimir Putin kann hava tað í samband við gongdina í Ukraina í løtuni, og niðurstøðan er greið: - Tíðin rennur undan hjá russiska forsetanum, og tað veit hann. Svenski greinarin í sálarligari verju, Per Enerud [...] boð um, at hann skal hava 300.000 herfólk aftrat til álopskríggið í Ukraina. Men, hvat fer forsetin at gera, um hann tapir í Ukraina? Í løtuni sær ikki best út við russisku krígsførsluni, har ukrainski
við Newport Rotary Clup í Kalifornia um at stríðast ímóti grindadrápið í Føroyum. Hetta vildu teir báðir Rotary klubbarnir í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, ikki finna seg í, og tí hava teir vent [...] Tað sigur Regin Dalsgaard, formaður í Rotary Tórshavn. Tá Paul Watson í síðsta mánaði boðaði frá – eftir at hann varð tveittur úr Sea Shepherd-felagsskapinum, sum hann sjálvur hevur stovnað – at hann hevði [...] sær til økis-guvernørin at biðja um eina frágreiðing. Rotary í Føroyum er undir Rotary í Danmark, so skrivið er sent til økis-guvernørin í Danmark. Regin W. Dalsgaard segði við in.fo 14. september, at
Sunnukvøldið verður serstøk konsert í Lívdini í Hoyvík. Tá fara tey at minnast gospelsangaran Ólav á Váli, sála. Ólavur á Váli var føddur 26. august í 1955. Hann vaks upp í Klaksvík. Foreldrini vóru Anna og [...] nógv spældar í útvarpi. Ólavur var smádrongur, tá ið hann fór at syngja í barnakóri. Í 1970 fór hann uppí Betesda kórið, og tá ið familjan í 1972 flutti til Havnar, gjørdust Ólavur og øll hini í familjuni [...] familjuni stuðlar í Ebenezer kórinum. Boð vóru eisini eftir Ólavi til at syngja á útgávum og í kórum. Hann var við í Nikodemussangbólkinum og kamarkórinum hjá Ólavi Jøkladal. Onnur kór heittu eisini á Ólav, sum