Hetta hevur verið eitt serligt kappingarár hjá Atla Gregersen.
17. august í ár slapp Atli at spæla seinastu 10 minuttirnar í dystinum millum Skála og Víking saman við 16 ára gamla soninum, Árna Nóa Atlasyni. Tað var ein heilt serlig løta.
Dysturin móti NSÍ í Sarpugerði ígjár var eisini heilt serligur hjá Atla. Talan var um dyst nummar 400 hjá Atla í bestu fótbóltsdeildini.
Tað var flaggdagin, 25. apríl í 2004, at Atli spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini fyri GÍ, ið vann 3-2 á ÍF hendan dagin fyri meira enn 18 árum síðani.
Kelda: FaroeSoccer
##med2##












