Minnast kendan gospelsangara

Serstøk konsert við sangum, ið Ólavur á Váli plagdi at syngja, verður sunnukvøldið

Sunnukvøldið verður serstøk konsert í Lívdini í Hoyvík. Tá fara tey at minnast gospelsangaran Ólav á Váli, sála.

 

Ólavur á Váli var føddur 26. august í 1955. Hann vaks upp í Klaksvík. Foreldrini vóru Anna og Líggjas á Váli. Tey fingu fýra børn – Jóannes, Charlotta, Ólavur og Brita. Í 1972 flutti familjlan til Havnar. Ólavur doyði 49 ára gamal í 2005.

 

Ólavur á Váli hevði góða og eyðkenda rødd, og hann var nógv frammi sum gospelsangari – ikki minst á útgávum, ið vóru nógv spældar í útvarpi.

 

Ólavur var smádrongur, tá ið hann fór at syngja í barnakóri. Í 1970 fór hann uppí Betesda kórið, og tá ið familjan í 1972 flutti til Havnar, gjørdust Ólavur og øll hini í familjuni stuðlar í Ebenezer kórinum. Boð vóru eisini eftir Ólavi til at syngja á útgávum og í kórum. Hann var við í Nikodemussangbólkinum og kamarkórinum hjá Ólavi Jøkladal. Onnur kór heittu eisini á Ólav, sum hevði trivaliga og stinna bassrødd. Ólavur sang við í Dupultkvartettini í Ebenezer, hann var partur av útgávum hjá MC Restorff, og hann útgav eisini sangir sum solosangari. Hann gav eisini út fløguna »Sterk var tann hond«, saman við Systkjunum á Váli.

 

Ólavur á Váli var nógv at hoyra við sangum sum »Mær er sagt um ein stað«, »Flytifuglar«, »Eg sá í Jesu andlit«, »Møtast og skiljast«, »Lívið« og »Gangi eg um heiðar«.

 

Sunnukvøldið verður konsert, har Ólavur á Váli Olsen, sum var systursonur Ólav, og familja hansara at framføra sangir hjá Ólavi á Váli, sála. Góður bólkur fer at spæla saman við teimum. Tey fara at spæla nógvar teimum kendu sangum, sum Ólavur á Váli, sáli, var kendur fyri at syngja.

 

Konsert verður í Lívdini sunnukvøldið kl. 20:00.