Tað er heldur í einum brennievnistanga á Kertj-brúnni til hálvoynna Krim, og ferðslan um brúnna er steðgað tíðliga í morgun.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Brúgvin bindur saman Russland og hálvoynna, og hon verður tí umrødd sum Krim-brúgvin.
Hon verður mett sum týðandi prestisjuprosjekt fyri Russland, og brúgvin var vígd av russiska forsetanum, Vladimir Putin undir stórum hátíðarhaldi í 2019.
Krim er ein ukrainsk hálvoyggj, sum Russland tók í 2014.
Tað eru í morgun ongar fráboðanir um fólk, sum hava fingið skaða, ella um brúgvin hevur fingið skaða. Sambært jarnbreytarfelagnum, sum stendur fyri tokferðsluni til Krim, er talan um eld í einum góðstoki.
– Eldur er komin í ein tangavogn aftast í einum góðstoki. Lokomotivið og nakrir bilar aftan fyri tað er farin til Kertj-tokstøðina. Eitt tilbúgvingarlið er á veg. Orsøkin til spreingingina er við at verða fastløgd, verður sagt í fráboðan frá felagnum sambært russisku tíðindastovuni Tass.
Hóast ferðslan er steðgað um brúnna, er enn gjørligt at sigla í Kertj-sundinum.
Tað er sambært Tass ætlanir um at seta ferju at sigla, sum kann flyta fólk millum russiska fastlandið og Krim-hálvoynna, meðan ferðslan er steðgað um brúnna.
Sambært ukrainskum miðlum var ein ógvuslig spreinging á brúnni, skrivar Reuters. Tað hevur ikki verið gjørligt hjá tíðindastovuni sjálv at fáa váttað upplýsingarnar.
Síðani russisku innrásina í Ukraina fyrst í árinum hava myndugleikapersónar úr Ukraina tosað um brúnna sum eitt mál, urkainar fegnir vilja raka.
So seint sum um miðjan august skrivaði ráðgevi fyri ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, á Twitter, at brúgvin átti at verið »demonterað«.
– Tað hevur ikki týdning hvussu – sjálvboðið ella ikki, skrivaði hann sambært TV2.
Tíðliga í morgun einki at frætta um brúnna frá ukrainskari síðu, og tað er soleiðis heldur einki, sum bendir á, at Ukraina hevur havt nakran leiklut í eldinum.
/ritzau/