Um Vladimir Putin skal taka sítt herfólk aftur úr Ukraina, verður hetta antin tí, at herurin hjá honum fer í upploysn, verður við undirlutan - ella tí, at russiski herurin verður kroystur úr Ukraina.

Kann Vladimir Putin doyggja fyri egnari hond?

Greinari sigur, at hann sær fyri sær tríggjar møguleikar, um endi skal fáast á krígnum í Ukraina: - Antin verður Vladimir Putin koyrdur frá, dripin - ella fer hann at doyggja fyri egnari hond.

 

Um Vladimir Putin skal taka sítt herfólk aftur úr Ukraina, verður hetta antin tí, at herurin hjá honum fer í upploysn, verður við undirlutan - ella tí, at russiski herurin verður kroystur úr Ukraina.

Russiska álopskríggið í Ukraina gongur nú á áttanda mánaði, og í løtuni sær ikki út til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eydnuna við sær.

 

Fyrr í vikuni upplýsti ukrainska verjumálaráðið, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri tíggjutals bygdir og bústaðarøki aftur frá russum har eysturi og suðuri í landinum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði um somu tíð, at framgongdin hjá ukrainska herinum í økinum bæði er stór og máttmikil. 

 

Hetta hendir stutt eftir, at russiski forsetin á stórfingnum hátíðarhaldi í Moskva boðar frá, at nú eru ukrainsku regiónirnar, Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson, ein partur av Russlandi. 

 

Stórur partur av heiminum heldur lítið um "fólkaatkvøðurnar", sum vórðu fyriskipaðar í hesum regiónum og ein teirra, sum hevur átalað framferðarháttin hjá russum harðliga, er Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum á sínum máli rópar hesar fólkaatkvøður "en bløff".

 

- Hesi øki hoyra til Ukraina, sigur aðalskrivarin avgjørdur. 

 

Umframt at gera nevndu regiónir til ein part av Russlandi, hevur Vladimir Putin, sum øllum kunnugt, eisini givið boð um, at hann skal hava 300.000 herfólk aftrat til álopskríggið í Ukraina.

 

Men, hvat fer forsetin at gera, um hann tapir í Ukraina?

 

Í løtuni sær ikki best út við russisku krígsførsluni, har ukrainski herurin hevur endurvunnið stór landaøki seinastu mánaðirnar. Russar hava eitt nú tikið seg aftur í týdningarmikla býnum, Lyman, í Donetsk-fylkinum.

 

Hetta hendi dagin eftir, at Vladimir Putin hevði innlimað ukrainsku landslutirnar í Russland. Russar hava eisini mist býin, Kupjansk, og alt hetta hendir minni enn ein mánaða eftir stóru framtøkini hjá ukrainska herinum í Kharkiv-regiónini.

 

Tíðindastovan CNN veit at siga, at sjey mánaðir eftir innrásina í Ukraina, sat Russland á 3000 ferkilometrum minni av landinum, enn Russland gjørdi teir fyrstu fimm dagarnar av krígnum.

 

Soleiðis hava russar mist stór landaøki aftur í Kharkiv-regiónini í landnyrðingspartinum av Ukraina.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina fingið stóra fíggjarliga og hernaðarliga hjálp úr vesturheiminum, og hjálpin hevur gjørt, at ukrainski herurin hevur megnað at trýst russar á hermótunum.

 

- Vladimir Putin er neyvan fegin um at hava mist burtur av landaøkjum, hann nýliga hevur sagt eru partur av Russlandi, men hann átti at sæð, at hetta kundi henda. Ukrainski herurin kom inn í býin, Lyman, frá fleiri síðum, og russar noyddust antin at flýggja ella lata lív.

 

Tað sigur norðmaðurin, Palle Ydstebø, obertsloytnantur við háskúlan hjá norsku verjuni, við Dagbladet.

 

Uttanríkisblaðstjórin hjá CNN, Nic Robertson, hevur gjørt eina greining av, hvussu Vladimir Putin kann hava tað í samband við gongdina í Ukraina í løtuni, og niðurstøðan er greið:

 

- Tíðin rennur undan hjá russiska forsetanum, og tað veit hann.

 

Svenski greinarin í sálarligari verju, Per Enerud, sigur við svenska blaðið Expressen, at skal Russland taka seg aftur, er neyðugt at loysa forsetan frá russiska herinum.

 

Greinarin sigur, at hann sær fyri sær tríggjar møguleikar:

 

- Antin verður Vladimir Putin koyrdur frá, dripin - ella fer hann at doyggja fyri egnari hond, sigur Per Enerud.

 

Russlands-serfrøðingurin á Uttanríkispolitiska Stovninum í Svøríki , Hugo von Essen, heldur, at Vladimir Putin kann gerast noyddur at geva skarvin yvir í Ukraina. Um hann noyðist at taka seg aftur, verður hetta antin tí, at russiski herurin fer í upploysn, verður við undirlutan - ella verður kroystur úr Ukraina.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eggjar sínum herfólki at stríðast móti russiska forsetanum. 

 

- Okkara herfólk gevast ikki, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit hava rikið hersetingarvaldið úr øllum okkara landi, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

 

 

Um Vladimir Putin skal taka sítt herfólk aftur úr Ukraina, verður hetta antin tí, at herurin hjá honum fer í upploysn, verður við undirlutan - ella tí, at russiski herurin verður kroystur úr Ukraina.