Rotary í Kalifornia hevur einki samstarv við Paul Watson

Einki samstarv er millum Newport Rotary Club og Paul Watson um at stríðast ímóti grindadrápi í Føroyum.

 

Tað sigur Regin Dalsgaard, formaður í Rotary Tórshavn. 

Tá Paul Watson í síðsta mánaði boðaði frá – eftir at hann varð tveittur úr Sea Shepherd-felagsskapinum, sum hann sjálvur hevur stovnað – at hann hevði samstarv við Newport Rotary Clup í Kalifornia um at stríðast ímóti grindadrápið í Føroyum.

Hetta vildu teir báðir Rotary klubbarnir í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, ikki finna seg í, og tí hava teir vent sær vent sær til økis-guvernørin at biðja um eina frágreiðing. Rotary í Føroyum er undir Rotary í Danmark, so skrivið er sent til økis-guvernørin í Danmark.

Regin W. Dalsgaard segði við in.fo 14. september, at tey vilja hava eina frágreiðing um sambandið ímillum Rotary og Paul Watson. Tey vilja hava eitt greitt svar upp á um talan er um eitt samstarv ímillum Paul Watson og Rotary, ella ein Rotary klubba í Kalifornia. Samstundis hava tey biðið um fund við økis-guvernørin sum skjótast um málið.

– Hetta taka vit í størsta álvara, tí vit vilja ikki setast í samband við ein felagsskap, sum samstarvar við Paul Watson um at gera seg inn á okkara máta at liva upp á, segði hann. Regin W. Dalsgaard segði, at Rotary er ein heimsumfatandi hjálparfelagsskapur, sum aldrin leggur seg út í lokal viðurskifti. Eitt samstarv ímillum Paul Watson og Rotary er sostatt heilt fjart frá teimum virðum, Rotary byggir á. Tvørturímóti er tað ein grundregla, at Rotary ikki skal leggja seg út í lokal viðurskifti, tí ger felagsskapurin tað, avhøvdar hann seg sjálvan.

Og rætt hevði hann, tí har einki samstarv, og sum Regin W. Dalsgaard tá segði, so er talan bara um, at Paul Watson misbrúkar Rotary í hesum sambandi. 

Nú hava Rotaryklubbarnir í Føroyum fingið svar úr USA, at talan var ikki er um samstarv millum Newport Rotary Club og Poul Watson:

»I do know there is no relationship between Rotary or the Newport Beach club with Mr. Watson's organization other than he spoke at the ZONE Summit. In addition our District was simply where the ZONE Summit was held, we are not in any way involved with Mr. Watson nor do we or our clubs endorse him in any way,” stendur í boðunum til Rotary klubbarnar í Føroyum.