Í juli 2022 var útlánsvøksturin 2,3% hjá føroysku bankunum og 3,3%, tá útlán frá donskum fíggjarstovnum verða tald uppí. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør. Í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5% hjá føroysku bankunum, og hann var 8,6% í juli 2021, tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.
Tað veit Landsbankin at siga í morgun.
- Útlánini hjá føroysku bankunum vóru nærum 16,9 miljardir tilsamans í juli 2022 til føroyskar kundar og eru í tíðarskeiðnum juli 2021 til juli 2022 økt við 485 miljónum. Útlánini kunnu sveiggja frá mánaði til mánað, og útlánsvøksturin verður tí roknaður sum eitt miðaltal yvir tríggjar mánaðir. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum roknað sum eitt tríggjar mánaðar miðaltal var 2,3% í juli 2022 í mun til árið fyri.
- Í juli fjør var útlánsvøksturin til samanbering 5,5% hjá føroysku bankunum.
Í juli 2022 stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum frá øktari lánveiting til kommunurnar.
- Útlánini til kommunurnar eru økt við umleið 115 miljónum í juli 2022 í mun til juli í fjør, og skuldin hjá kommununum var tilsamans 1,3 miljardir í juli 2022 í føroysku bankunum. Ein partur av vøkstrinum í útlánum hjá føroysku bankunum stavar eisini frá øktum útlánum til privatu vinnuna.
##med2##
Landsbankin veit at siga, at føroysku bankarnir hava veitt vinnuni lán fyri 220 mijónir meira í juli 2022 samanborið við juli í fjør. Meðan privata vinnan hevur lænt 400 miljónir meira í hesum tíðarskeiði, hava almennu fyritøkurnar minkað um sína skuld við 180 miljóbum í sama tíðarskeiði.
Í sama tíðarskeiði hava føroysku húsarhaldini økt um lántøkuna við 240 miljónum í føroysku bankunum. Føroysk húsarhald fáa harumframt fígging til sethús frá donskum realkredittstovnum. Skuldin hjá føroyingum var tilsamans 4 miljardir í donskum realkredittstovnum í juli 2022.
- Harumframt hevur privata vinnan, og í lítlan mun húsarhaldini, skuld í donskum peningastovnum.
Verða øll útlánini til føroyskar kundar løgd saman, tað vil siga frá føroysku bankunum og frá donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, var samlaði útlánsvøksturin 3,3% í juli 2022. Hjá føroysku bankunum eina, var hann 2,3% í juli 2022. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør; í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5% hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,6% í juli 2021 tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.
Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 á heimasíðuni hjá Landsbanka Føroya.