Tølini siga, at tað eru tvey lið, sum tað ikki hevur hilnast so væl hjá í heyst, sum í dag hittast í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av grannunum í NSÍ.
Kortini eru dagsskráirnar heilt ymiskar. Hóast Víkingur ikki hevur vunnið fulla úrtøku í landskappingini síðani 28. august, tá ið tað endaði við 2-0 heimasigri ímóti Skála, so hevur Víkingur tryggjað sær heiðursmerki og pláss í Europa næsta summar, og mikukvøldið tryggjaði Víkingur sær við 1-0 sigri á útivølli ímóti HB pláss í finaluni um løgmanssteypið.
Í landskappingini hava úrslitini síðani heimasigurin ímóti Skála verið 1-1 á útivølli ímóti 07 Vestur, 2-1 tap á heimavølli ímóti KÍ, 2-1 tap á útivølli ímóti HB og síðsta sunnudag málleysur javnleikur á útivølli ímóti B36.
Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir í dag.
Hjá NSÍ snýr tað seg um at vinna í hvussu so er eitt stig í stríðnum at sleppa undan at flyta niður. NSÍ er næstaftast við 21 stigum, og tað eru trý stig fram til 07 Vestur og B68.
NSÍ hevur ofta staðið seg væl í Gøtu, men nú eru tað trý ár síðani, at tað eydnaðist NSÍ at vinna stig við út aftur um Gøtueið. Síðsta ferðin, at NSÍ vann stig í Gøtu var í 2019, tá ið NSÍ vann 3-2. Fýra spælarar, sum ta ferðina vóru á liðnum hjá NSÍ, vera eisini við í dag. Teir eru Tórður Thomsen, Oddur Á. Højgaard, Klæmint A. Olsen og Búi Egilsson. Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen sótu ta ferðina á beinkinum. Teir eru nú millum drúgvastu NSÍ spælararnar.
Miðvallarin Mathias Nielsen sá reyða kortið í 3-0 heimatapinum ímóti KÍ síðsta sunnudag og er leikbannaður. Aron Knudsen er framvegis skaddur í lærkrikanum.