teimum grønu vóru væl betri, og serliga var tað Janus Einar, sum kundi gera sær dælt av hesum, meðan fríspælingarnar streymaðu inn til hansara frá teimum trimum bakspælarunum. Har umframt hevði Kyndil [...] seta leikferðina upp. Í løtum góvu teir tekin um, at teir aftur eru um at finna kvika álopsspælið frá grundspælinum aftur, men bakgrundin hesa ferð var eisini heldur bílig, so enn ber illa til at staðfesta [...] Kyndil: Bjarni Wardum 12(6), Hans Áki Dal Christiansen 7, Heini Bendtsen 6, Uni Wardum 5(1), Janus Einar Sørensen 5, Jónleif Sólsker 2 Tjaldur: Sverri Justinussen 8(1), Zoran Sarcevic 5(4), Mortan Hansen
eitt nú Hósvíkar Kommuna, hava eisini boðað frá, at tær fara at taka neyðug stig fyri at fáa pengarnar aftur. Eivind Jacobsen sigur, at talan er um einar 30-35 milliónir, sum tær kommunurnar eiga í grunninum [...] Eivind Jacobsen leggur afturat, at á fundinum seinasta hósdag, vóru tað fleiri kommunur, sum greiddu frá, at tær høvdu spurt seg fyri lógfrøðingi, men at allir komu til sama úrslit.
Thomsen á Rusdrekka- og Narkotikaráðnum eitt sindur frá um, hvussu narkotisk evni ávirkað mannaheilan og -kroppin. Eitt nú varð víst á, at tað tekur einar 24 tímar at fáa eini kenning úr kroppinum. ? Hinvegin [...] viðvíkjandi atburði og útsjónd hjá teimum ungu, sum kann benda á eina misnýtslu. hesin faldarin fæst frá løgregluni ella Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Og tekur misnýtsla seg upp, ræður sanniliga eisini um [...] gongd, áðrenn misbrúkið vindur upp á seg. ? Men framum alt ræður tað um, at foreldur ikki vísa barnið frá sær. Tað ræður um, ikki at fara ov harðliga til verka og t.d. at skifta skúla, um eittmisbrúk tekur
at lætta um sína egnu samvitsku. Straffurin, sum hann fær er tann, at hann skal fara heim og siga einar tvær ferðir Ave Maria, og so er henda syndin registrerað. Tá ið hann so einaferð doyr, verður roknað [...] eru sinnisliga í ójavnvág - og tá er lætt at ræna hesar sokallaðu glataðu sálir ?heim til sín?. Út frá hesari eygleiðing, kann sigast at standurin versnar, og tað er ikki betri, at allar tríggjar útvar [...] lættari. Um tað sum gongur fyri seg í hasum varpinum ikki er blasfemi, so má onkur endiliga greiða mær frá, hvat er blasfemi og ikki. Nei! Í roynd og veru er átrúnaður eitt persónligt val, og lat tað verða
Um middagsleitið týsdagin komu menn frá norska vakrarskipinum ?Stålbas? umborð á Norðborg, sum er á lodnuveiðu í Barentshavinum. Norðborg royndi á gráu leiðini einar 55 fjórðingar norður úr Vardø. Norska [...] ikki at hava boðað frá, tá teir fóru fram við einum ávísum punkti og fyri ikki at hava sent út fyldisveinasignal, sum kann siga myndugleikunum, hvar skipið er statt. Palli Ziskason, frá reiðarínum hjá Norðborg [...] signal einaferð um tíman og er okkurt galið við sendaranum, so sigur Vaktar og Bjargingartænastan frá. Tað er so ikki hent í hesum førinum. Hendan skipanin ger, at myndugleikarnir til eina og hvørja tíð
Neistanum vórðu settir at døma, og sum skilt á teimum, sum vóru vitni til dystin, komu teir báðir væl frá uppgávuni. Tað var eisini skjótt, at blóðið gjørdist heitt á leikarunum, tí talan var at kalla alla [...] minuttum varð fyrstu ferð farið í reyvalumman eftir reyða kortinum, tá dómararnir mettu, at Janus Einar Sørensen royndi at hevna seg inn á Kára Mortensen, og fram móti endanum av dystinum, varð Hans Áki [...] talan tó ikki um tað heilt poleraða hondbóltsspælið. Viðvirkandi til hetta var eisini, at Neistin frá fyrsta bríksli fór sera langt út at verja, og serliga vóru tað Bjarna Wardum og Jónleif Sólsker, sum
Og hon hevur verið primus motor alla tíðina, skilst. Vælvild frá bygdarfólkinum Kristianna sigur frá, at tey hava kent eina øgiliga vælvild frá øllum bygdarfólkinum, alla tíðina, húsið hevur verð til. Ætlanin [...] tríggjar milliónir. Kristianna sigur, at tey hava fingið 450.000,- krónur í gávum frá fyritøkum og privatfólki í Leirvík. Einar 800.000,- krónur átti húsið, áðrenn farið varð at byggja. Lán varð tikið, tá fyrra [...] síðan onkuntíð umleið 1980, greiðir hon frá. Men í grundini er tað helst komið úr Íslandi, sigur hon. Ein leirvíkskona, sum býr á Norðurlandinum í Íslandi, greiddi frá, at har, hon býr, plagdu tey at hava
hevur meldað hetta til løgregluna. Hann vendi sær eisini til Vaktar- og Bjargingartænastuna og boðaði frá tí, sum hent var. Løgreglan í Runavík váttar, at teir hava fingið fráboðanina og meta málið sum herverk [...] herverk. Av løgreglustøðini verður sagt, at teir hava ongantíð havt slíkt mál fyrr. Jack Højgaard sigur frá, at teir høvdu sett vestur úr Høvdanum, sum so mangan. Teir høvdu 8 miðurúm standandi. Vanliga er lína [...] snellumenninir líkasum kanna sær. Hvussu tað skal skiljast, undrast fleiri á. Hendan dagin var Volunteer einar 10 fjórðingar úr landi, og tað er so eingin óvanlig línuleið. Hinvegin kenna línumenn einki til, at
umvælingum, skal høllin ikki verða stongd, og nú farið verður undir arbeiðið, er ætlanin at brúka einar 25 milliónir krónur upp á svimjihøllina næstu árini. Ein ætlan er gjørd fyri umvælingarnar av svi [...] víðfevndar ætlanir. Formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, sigur, at tilmælið frá brúkarabólkinum og øll onnur uppskot og aðrar viðmerkingar verða gjøgnumarbeidd í nevndini.
sleppa framat, verkið fer frá tí heilt myrka til tað heilt ljósa og hetta liggur í tekstinum, greiðir Sunleif frá. Ferðin Og her hómast eisini heitið á verkinum. ? Tað er ein ferð frá myrkri til ljós. Sjálv [...] gjørt so, at kórið nærum syngur tað sama alla tíðina í ymsum stemmum og formum. Gamli rondoformurin er frá 13-1400 talinum. Upprunaliga ein dansur, sum kom inn í klassiskan tónleik við fólkatónleikinum. Rondo [...] Heinesen. Tað kundi eg ikki nýta sum heiti. Ouvertura merkir forspæl og tað er Ferðin ikki. Tað er uppá einar 35-40 minuttir. Eg mátti finna annað heiti og orðið »ferð« er ofta nevnt, sigur Sunleif Rasmussen