Gud er deyður

KARISMA. Vit eru øll ein partur av einari kristnari uppaling, men tað er í hvussu er ongin av hesum andaligu retorikarunum, sum skal siga mær, hvussu mín samvitska skal hava tað, um eg velji at gera okkurt, sum ikki passar inn í teirra smalsporaða hugsanarhátt, sigur Oddfríður Marni Rasmussen í hesi hugleiðing um andaligan retorikk í føroyskum miðlum


 

Týski heimspekingurin Friederich Nietzche pástóð fyri umleið 120 árum síðani at ?Gud er deyður?. Ja, tann pástandurin kann so standa sína roynd. Um vit nú hyggja at tí føroyska samfelagnum í dag, so eri eg sannførdur um at Gud er deyður! Í hvussu so er tann Gud, sum skal eitast at læra okkum, at bera okkum rættvíst at og virða næsta okkara. Hesin sami Gud lat fjølritið av sær, prædika orð sítt, so at øll menniskju skuldu trúgva á hann og ikki glatast, men hava ævigt lív. Ja, ja, tað ljóðar alt so hugnaligt og gott, men í roynd og veru, er myndin ein onnur. Tí um hesin Gud er til, er ógvuliga sannlíkt, at hann doyði av látri, tá ið hann varnaðist, at hann hevði skapt lítla Føroyar.

Hyggja vit eftir teimum sum kalla seg kristin - tey sum hvønn fríggjadag, leygardag og sunnudag í vikuni ganga í eina ella aðra samkomu, sær myndin øðrvísi út. Siga vit, at umleið 30% av føroyingum eru við í einari ella aðrari samkomu, so eru 70% eftir, sum antin eru kirkjufólk ella av onkrari aðrari átrúnaðarligari sannføring. Her skal líka viðmerkjast, at kanska síggja tølini ikki akkurát soleiðis út, og heldur ikki skulu øll tey sum ganga á møti, gerast so ring sum eg her skrivi. Tey hava helst eitt persónligt og avslappað samband við trúgv sína.

Tey 30 prosentini hava til endamáls at prædika fyri teimum 70 prosentunum, at okkurt er, sum er rætt og okkurt sum er skeivt - mest at okkurt er skeivt, og tey sum ikki játta sína trúgv eru glataði og enda hjá hinum grábeinta. Onki serliga pedagogiskt vildi eg sagt. Fyri at seta henda trupulleikan øðrvísi upp, so vil eg loyva mær at skriva eina samanlíkning: Um ein katolikkur, ein lutheranari og ein muslimur gera somu skemdargerð, nevniliga at stjala, lat okkum siga, eina gularót, hendir nøkulunda hetta; at katolikkurin skal á skriftarstólin fyri at lætta um sína egnu samvitsku. Straffurin, sum hann fær er tann, at hann skal fara heim og siga einar tvær ferðir Ave Maria, og so er henda syndin registrerað. Tá ið hann so einaferð doyr, verður roknað út hvussu langur syndalistin er, so hesin kann fáa at vita um hann endar her ella har. Men hann sleppur so av við ta ringu samvitskuna, meðan hann er her á jørðini.

Lutheranarin fær at vita, at hann hevur syndað, og at hann, tá ið tíðin kemur, skal fáa tað trupult at sleppa inn í himmiríkið, og má tí liva við syndabyrðuni í allar ævir og nakað væl aftrat. Straffurin hjá musliminum er tann, at hann missir ta hondina, sum hann hevur stolið gularótina við, so at tað sæst, um hann hevur syndað, tá ið hann einaferð stendur framman fyri Allah.

Óansæð hvørjum endamáli gularótin tænir, so er straffurin, synd, synd og aftur synd. Sjálvt um tað var ein hungurstungin menniskja, sum ikki hevði etið í fleiri dagar. Menniskjan ber fleiri møguleikar at fyrigeva innan í

sær. Eg vildi skotið upp, at brúkt teir, tí vit liva hóast alt í 2001. Her skal sigast, at óansæð hvør av áðurnevndu átrúnaðum menniskjan hevur trongd til at trúgva, so er tað tann ringa samvitskan sum er drívmegin.

Well! Fyri at fara aftur til tey 30 prosentini, so er teirra endamál at fáa so nógv við í himmalvognin sum gjørligt, og til hetta endamálið verður retorikkur brúktur. Hesin retorikkur verður brúktur til at sannføra hini 70 prosentini, at tey eru átrúnarliga avsporaði, ella sum sagt verður um okkum: At vit synda og eru ævigt glataði. Nógv av hesum 70 prosentunum hava veikar løtur - eru sinnisliga í ójavnvág - og tá er lætt at ræna hesar sokallaðu glataðu sálir ?heim til sín?.

Út frá hesari eygleiðing, kann sigast at standurin versnar, og tað er ikki betri, at allar tríggjar útvarpsrásirnar í Føroyum, eisini hava tikið hetta prædikka-og-fá-ein-aftrat-uppí-himmalvognin prinsippið til sín. Ein morgunin hoyrdi eg umboð fyri somu loftmiðlar siga, at 80 ella 90 prosent av føroyingum eru trúgvandi, so hví ikki brúka útvørpini til at bera boðskapin út millum fólk.

Eg royni ikki at prædikka fyri øðrum um mína átrúnaðarligu sannføring ella mangul uppá sama (tó er hetta glepsið eitt undantak), so hví í verðini skal eg lastast við hesum orðaskvaldri. Tað er næstan so, at hvørjaferð eg taki uppvaskibustina í hondina, so er ein ellar annar klappari, sum hevur boðið konuni ella onkrum øðrum í familjuni í studio, at siga Føroya fólki, hvussu tað skal skikka sær her á jørð, so at tað kann fáa fremsta rað fyri seg, tá ið onkur nú einaferð ikki er millum okkum deyðiligu.

Við hesum glepsinum vil eg ikki pástanda, at fólk ikki skulu vera trúgvandi. Nei! Men hví ikki hava eitt avslappað samband við átrúnað? Hví skulu summi lastast fyri ikki at hava somu trúgv sum onnur? Eg eri troyttur av at fólk pranga nakað uppá meg, sum eg vil hava fyri meg sjálvan. Øll kenna vit vitnini hjá Jehova, sum buka á dyrnar dag um dag, og sum hava hvørt húsarhald í Føroyum skrivað niður, í eina bók til læstar dyr og eina bók til stongdar dyr. Eisini kenna vit Frelsunnarherin. Hesi sum standa á útvaldum støðum og bjóða fólki at vakna ella ikki. Tey eru minni ágangandi, tí at tey lata tey sum ganga framvið sjálvi velja, um tey vilja lesa tíðarrit teirra ella ikki. Nærvarpið Lyndin biðir fyri hvørjum brotnum køliskápi, sum um tað skuldi gjørt himmalferð teirra lættari. Um tað sum gongur fyri seg í hasum varpinum ikki er blasfemi, so má onkur endiliga greiða mær frá, hvat er blasfemi og ikki.

Nei! Í roynd og veru er átrúnaður eitt persónligt val, og lat tað verða persónligt - eitt persónligt samband við tað valið, sum nú einaferð ger lívið lættari at liva, ella øvugt, alt eftir hvør tú er. Nietzche valdi at siga at ?Gud er deyður?. Tað var nú hansara val. Eg velji at siga, at hugtakið Gud er relativt, og at tað altíð er ein spurningur um sjálvsøkni, hvørjum hami hetta hugtakið so vísir seg í. Tað er líkamikið um tú sannførir teg sjálvan í gerningum ella í orðum, so er tað altíð tín egni vinningur/samvitska sum stendur uppá spæl, um so talan er um onkran, sum sigur seg at hava fingið gulltenn, um gullstøv dryppar úr Bíblium, ella um blind fáa sjónina aftur. Vit eru øll ein partur av einari kristnari uppaling, og áttu vit tí øll at kunna liva saman, uttan mun til, um vit hoyra til tann partin av Føroya fólki sum brúkar sína tíð, at søkja onnur virði enn tey átrúnaðarligu, ella um vit hoyra til tann partin av Føroya fólki, sum brúkar sína tíð uppá, at sannføra hini, at tað sum klapparar gera, er lóg og rættur, og tí skulu øll halda seg til henda lóg og rætt, annars... Hvussu er tað. Tað er betri at hava ein dupultan moral, enn ein einkultan. Tí so er gjørligt at siga øðrum, at tey eru andaliga avsporaði, og samstundis dyrka sín materiella ágóða. Tað er í hvussu so er ongin av hesum andaligu retorikarunum, sum skal siga mær, hvussu mín samvitska skal hava tað, um eg velji at gera okkurt, sum ikki passar inn í teirra smalsporaða hugsanarhátt. Og eftir grein, sum stóð í Dimmu, um akkurát hetta evni, síggi eg, at tey hava stovnað eitt felag sum eitur ?Karisma?. Hesi hava sett sær fyri at umvenda alt Føroya fólk, um teir so skulu tala í tungum. Eg síggi longu fyri mær fólk við himmalvendum eygum og einari ordans ?Karisma?.