Sólarkaffi í nýggjum bygdarhúsi

Leirvíkingar heilsaðu mánakvøldið Sólini væl afturkomnari og drukku sólarkaffi í spildunýggjum, sera snotiligum bygdarhúsi

 

Bygdarball

Leirvík:

Í spildunýggjum umhvørvi, sum leirvíkingar hava alla grund at vera stoltir av, drukku tey sólarkaffi mánakvøldið.

Tað fór maður av húsi í Leirvík mánakvøldið. Tað serliga leirvíksfyribrigdið, sólarkaffi, skuldi haldast. Men tað var nú kanska líka nógv tað, at bygdarhúsið skuldi takast í brúk av nýggjum, sum savnaði serliga nógv fólk. Og tey mongu, sum komu í húsið hetta kvøldið, vórðu øll samd um, at leirvíkingar hava fingið eitt sera gott og snotuligt hús.

Leirvíkskøkurnar hava altíð verið tiltiknar. Minnist, tá vit sum dreingir plagdu at spæla fótbólt móti leirvíkingum. Tá var eingin vøllur í Leirvík, so spælt varð í Gøtu. Tá komu tær í ítróttarhúsið í Norðragøtu at geva okkum at eta, leirvíkskonurnar, við øllum køkunum. Og tað vóru nógvar rosinur í.

Og tað var vist, at tað fyrsta, lagt varð merki til í bygdarhúsinum mánakvøldið, vóru allar køkurnar.

Men nú vóru tær við róma. Blomstrutar, fagurt littar við jarðberum, kiwi, fersken og Guð viti hvørjum. Quark køkur, grøna køkur, og.... Tað hevði hug at seta seg á rivjabeinini, bara at síggja tær.

Og mitt í rúgvuni av konum, sum gingu og stákaðust, gekk Kristianna Joensen og sá ógvuliga væl nøgd út.

Tað var nú ikki bara av øllum køkunum, segði hon. Men meira tí, at hetta flotta húsið var liðugt.

Kristianna Joensen er formaður i nevndini fyri bygdarhúsið. Og hon hevur verið primus motor alla tíðina, skilst.


Vælvild frá bygdarfólkinum

Kristianna sigur frá, at tey hava kent eina øgiliga vælvild frá øllum bygdarfólkinum, alla tíðina, húsið hevur verð til.

Ætlanin var av fyrstan tíð at gera eitt hús í tveimum hæddum, greiðir Kristianna frá. Men tá niðara hæddin stóð liðug í 1986, vóru tey greið yvir, at tey kláraðu ikki meira fíggjarliga tá beinanveg. Tí varð avgjørt at innrætta ta hæddina og brúka hana, til umstøður vórðu at byggja út.

Húsið varð so brúkt í 15 ár, og tað hevur verið nógv brúkt, sigur Kristianna. Og tað hevur riggað væl.

Útbyggingin er so gjørd í heyst og í vetur, og nú stendur hetta snotuliga húsið liðugt, fegnast Kristianna um.

Hendan útbyggingin, sum nú er gjørd, varð ætlað at kosta 2,7 milliónir, sigur hon. Men tað gjørdist eitt sindur dýrari, og fór upp um tríggjar milliónir.

Kristianna sigur, at tey hava fingið 450.000,- krónur í gávum frá fyritøkum og privatfólki í Leirvík. Einar 800.000,- krónur átti húsið, áðrenn farið varð at byggja.

Lán varð tikið, tá fyrra byggistigið varð tikið í brúk, men tað var niðurgoldið, áðrenn farið varð undir hesa útbyggingina. Nú er so nýtt lán upp á 1,2 milliónir krónur tikið. Og tað ætla tey at gjalda aftur yvir 10 ár, sigur Kristianna. Restina fara tey at royna at fíggja aðrar vegir.


Stór broyting

Hóast útveggirnir at kalla eru teir somu, er húsið ikki til at kenna aftur. Ein lítil útbygningur er komin oman úr køkinum, annars eru veggirnir teir somu.

Útbyggingin er farin uppeftir og hevur givið húsinum rúm. Fyrr var í grundini talan um ein kjallara, har viðhvørt kundi tykjast rongt.

Nú hevur húsið tvær stórar hallir. Onnur fimm metrar høg og hin tríggjar metrar. Umframat hevur høgra høllin, tann stóri salurin, hálvt loft við líkasum einum svala, har eisini væl av fólki fær sitið.

Mánakvøldið var borðreitt fyri 308 fólkum segði Kristianna. Og tey sótu heilt rúmliga. Bara í stóra salinum skuldu 300 fólk sitið væl til vanligar veitslur, sigur hon.

Og húsið verður heilt nógv brúkt til veitslur av øllum slagi. Longu komandi leygarkvøld verður brúdleyp í húsinum, siga tey frá.


Sólarkaffi

Sólarkaffi er helst eitt sermerkt leirvíksfyribrigdi. Í hvussu er her á landi, heldur Kristianna Joensen.

Í Leirvík hava tey havt sólarkaffi síðan onkuntíð umleið 1980, greiðir hon frá. Men í grundini er tað helst komið úr Íslandi, sigur hon.

Ein leirvíkskona, sum býr á Norðurlandinum í Íslandi, greiddi frá, at har, hon býr, plagdu tey at hava eina slíka samkomu, tá tey sóu sólina aftur um várið.

Og tað hildu tey so, at tey áttu at gjørt í Leirvík eisini. Tí her er sólin burtur ein part av vetrinum.

Tann 11. februar, sæst hon aftur, sigur Kristianna, og so hevur verið vanligt hesi seinnu árini at hava sólarkaffi tann sunnudagin, sum liggur næstur 11. februar.

Í ár varð tað flutt eitt sindur, tí tey vildu fegin leggja tað saman við, at bygdarhúsið varð tikið í nýtslu aftur. Ætlanin var, at tað skuldi verða sunnudagin, men tað varð so aftur flutt vegna veður.

Men ikki bilti. Leirvíkingar, bæði nær og fjar, møttu manssterkir upp at fáa sær kaffi í nýggja húsinum.

Ella kanska vóru tað tær frálíku køkurnar, sum drógu? Í hvussu er, sigur Kristianna, høvdu tær, sum skipaðu fyri, heitt á tær, sum gjørt hava køkurnar, um at gera tvær í part hesaferð. Og tað var ivaleyst skilagott.

Men ein av gestunum - hann býr í Fuglafirði - var tó eitt sindur ivasamur, um hetta nú vóru rættiligar leirvíkskøkur. Tí sum hann tók til:

»Eg havi roynt fleiri, men ikki funnið eina einastu rosinu.«

Men føtini tømdust skjótt.