Klaksvík: Í summar verður sett hol á eina umfatandi umbygging av svimjihøllini í Klaksvík.
Átrokandi neyðugt er við umvælingum, skal høllin ikki verða stongd, og nú farið verður undir arbeiðið, er ætlanin at brúka einar 25 milliónir krónur upp á svimjihøllina næstu árini.
Ein ætlan er gjørd fyri umvælingarnar av svimjihøllini, og hesa ætlan hevur ein brúkarabólkur fyri svimjihøllina havt til viðgerðar.
Burtur úr hesi viðgerð er komið eitt tilmæli til Klaksvíkar kommunu um, at nakrar broytingar eiga at gerast í umvælingarætlanini.
Neyðugt við kjaki
Brúkarabólkurin, sum var mannaður við Tinu Purkhús, Dánjal Poulsen og John Færø, fegnast um, at bøtt verður um umstøðurnar í svimjihøllini.
Bólkurin heldur, at hóast tað í fleiri førum er talan um umvælingar, sum hava skund, er hetta so stórt mál, at tað hevur uppiborið eina gjølliga og almenna umrøðu og viðgerð.
Síðani umvælingin kom fram í fjølmiðlunum, hava fólk og stovnar gjørt vart við seg, og hetta heldur brúkarabólkurin er gagnligt fyri ætlanina.
Serlig fyrilit
Brúkarabólkurin hevur gjørt viðmerkingar til strikuuppskotini av umvælingunum, og í fleiri førum mælir bólkurin til, at størri fyrilit verður tikið fyri rørslutarnaðum, so tey eisini kunnu brúka svimjihøllina.
Hetta vísir bólkurin millum annað á, tá talan er um inngongdir og slokir, sum skulu hava góða breidd. Eisini skal nýggja gosbaðið verða í gólvhædd, so rørslutarnað eisini kunnu brúka tað.
Brúkarabólkurin heldur, at áskoðarapláss skulu gerast í svimjihøllini.
? Umframt at tað ikki er pláss er tað har afturat ótíðarhóskandi, at áskoðarar eru í sjálvari høllini, tá svimjikappingar eru. Sjálv høllin skal vera til svimjarar, tíðtakarar og starvsfólk, sigur bólkurin í sínum tilmæli.
Bólkurin mælir eisini til aðrar smærri broytingar við trappum, hyljum og goymslum.
Umrøða onnur uppskot
Umframt viðmerkingarnar til ætlaður umvælingarnar, hevur brúkarabólkurin eisini umrøtt alternativar ætlanir.
Í hesum partinum av tilmælinum nemur bólkurin stutt við, hvussu útbyggingar annars kundu verið gjørdar,men her er talan um meiri víðfevndar ætlanir.
Formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, sigur, at tilmælið frá brúkarabólkinum og øll onnur uppskot og aðrar viðmerkingar verða gjøgnumarbeidd í nevndini.