Narkotika
? Viðvíkjandi narkotika, er støðan tann sama í Føroyum, sum í grannalondum okkara.
Tað siga teir báðir politistarnir á narkotikadeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Tað er synd at siga, at Narkotikadeildin hjá føroysku løgregluni, er væl útbygt, tí tað eru bara hesir báðir politistarnir, sum manna hana.
Og at hava tveir mans at arbeiða við narkotikatrupulleikanum er ikki nógv í einum oyggjalandi við 46.000 fólkum.
Men kortini royna teir báðir eisini at ferðast kring landið at fortelja fólki um narkotika.
Hóskvøldið høvdu teir fundir í Vági og og týskvøldið verður fundur í Fuglafirði.
Fundirnir eru mest ætlaðir foreldrum, lærarum, barnaverndarlimum og ungdómi, men øll eru vælkomin.
Á fundinum greiddi Poul Jacob Thomsen á Rusdrekka- og Narkotikaráðnum eitt sindur frá um, hvussu narkotisk evni ávirkað mannaheilan og -kroppin.
Eitt nú varð víst á, at tað tekur einar 24 tímar at fáa eini kenning úr kroppinum.
? Hinvegin tekur tað heilar seks vikur at fáa tær seinastu leivdirnar av einum hasjguvi úr aftur kroppinum. So tað skilst, at tað er ómetaliga skjótt, at tað hópast upp í kroppinum og elvir til stóran skaða.
Teir báðir politistarnir, Regin Jørgensen og Per Skov Christensen, søgdu, at tað er ikki trupult at fáa fatur á hasji og øðrum narkotiskum evnum. Poul Jacob Thomsen segði enntá, at tað er líka lætt at fáa fatur á hasji sum tað er at fáa fatur á eini stoktari pylsu.
Og tey, sum halda, at hetta er ein býartrupulleiki, sum bara finst í Havn, og kanska í Klaksvík, fara blóðuga skeiv.
? Hetta er ein trupulleiki, sum røkkur út í hvønn krók í landinum, tí narkotisk evni eru at fáa til keyps líka úr Svínoy, suður til Sumbiar siga teir báðir politistarnir.
Ein góð barlast
Teir siga, at tað, sum umræður er sjálvsagt fyrst og fremst at foreldrini geva teimum ungu eina góða barlast við sær út í lívið.
Men tað ræður eisini um at duga at síggja tey teknini sum kunnu benda á, at tey ungu eru farin at brúka narkotisk evni.
Bæði narkotikaløgreglan og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hava ein lítlan faldara, við stuttum leiðbeiningum á til foreldur um, hvat tey eiga at leggja merki til viðvíkjandi atburði og útsjónd hjá teimum ungu, sum kann benda á eina misnýtslu.
hesin faldarin fæst frá løgregluni ella Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum.
Og tekur misnýtsla seg upp, ræður sanniliga eisini um at taka tarvin við hornunum og at fáa misnýtsluna steðgaða beinanvegin.
?Tað er eisini umráðandi at fáa tann unga at skilja álvarsemi í narkotika og at fáa hann, ella hana, at ásanna fyri sær sjálvum, at hetta var ikki gott og at tað er ringast fyri tey sjálvi.
? Tí er tað eisini rættast at tosað við løgregluna, beinanvegin ein verður varugur við misnýtslu, tí saman, eydnast tað ofta foreldrum, barnavernd og løgreglu, saman við tí unga, at venda eini óhepnari gongd, áðrenn misbrúkið vindur upp á seg.
? Men framum alt ræður tað um, at foreldur ikki vísa barnið frá sær. Tað ræður um, ikki at fara ov harðliga til verka og t.d. at skifta skúla, um eittmisbrúk tekur seg upp.
? Tað er eisini bannlýst at tráðspyrja børnini um "hví" ella "hvat", tí tað kann skjótt fáa børnini at fara í baklás. Tvørturímóti er tað umráðandi, at foreldrini í hesi støðuni eru so góð við børnini, sum tey ongantíð hava verið fyrr ? og vísa børnunum tað, søgdu teir báðir narkotikapolitistarnir.
Teir søgdu eisini, at foreldur, lærarar, barnaverndir, og onnur, eru altíð vælkomin at ringja til teirra við spurningum og ivamálum um narkotisk evni.