Kyndil-Neistin 23-22 (13-11)
Hondbóltur
Talan var um tvey lið, sum bæði ætla sær sær heiðursmerki í ár, sum hittust uppi á Hálsi sunnudagin. Bæði Neistin og Kyndil hava alt árið hildið til uppi móti bronsu- og silvurmerkjunum, og nú kappingin nærkast endanum, var tí líkt til, at talan skuldi gerast um ein sera avgerandi dyst millum liðni bæði.
Tað var tó nær við, at dysturin varð av ongum, tí nógvi kavin, sum hevur veirð kring landið, hótti við at útseta dystin, tí ásettu dómararnir ikki høvdu møguleika at koma. Trupulleikin varð tó loystur, soleiðis at Hanus Kúrberg úr Kyndli og Kristian Johansen úr Neistanum vórðu settir at døma, og sum skilt á teimum, sum vóru vitni til dystin, komu teir báðir væl frá uppgávuni.
Tað var eisini skjótt, at blóðið gjørdist heitt á leikarunum, tí talan var at kalla alla tíðina um ein javnan dyst, har báðir partarnir gjørdi alt teir vóru mentir, til tess at vinna dystin.
Longu eftir18 minuttum varð fyrstu ferð farið í reyvalumman eftir reyða kortinum, tá dómararnir mettu, at Janus Einar Sørensen royndi at hevna seg inn á Kára Mortensen, og fram móti endanum av dystinum, varð Hans Áki Dal Christiansen rikin av vølli fyri triðju ferð, soleiðis at eisini hann fekk reytt kort.
Sum sagt, so var talan alla tiðina um ein javnan dyst. Sum skilst, var talan tó ikki um tað heilt poleraða hondbóltsspælið. Viðvirkandi til hetta var eisini, at Neistin frá fyrsta bríksli fór sera langt út at verja, og serliga vóru tað Bjarna Wardum og Jónleif Sólsker, sum teir løgdu seg eftir.
Tað var tó í stórum pørtum av dystinum líkt til, at tað skuldi gerast Kyndil, sum fór avstað við sigrinum. Eftir útvísingina av Janus Einari fingu teir fatur á rætta endanum, og tá farið varð til hálvleiks, høvdu teir vunnið sær eina tvey mála stóra leiðslu.
Brendu ov nógv
Seinna umfarið hótti Kyndil beinan vegin við at rýma frá teimum bláu, men hvørja ferð teir høvdu møguleikan, so misnýttu kyndilsmenn.
Uttan at nevna nøkur nøvn, frættist, at oknur av spælarunum hjá Kyndli átti at fari undir skotvenjing komandi vikurnar, ti ltess at tryggja, at slíkir málmøguleikar ikki verða misnýttir aftur. Tað tærnir sjálvsagt eisini til rós fyri neistamálverjarnar, Levi og Lars, at kyndilsmenn høvdu so stórar trupulleikar av at skora, men fyrst og fermst verður sagt av Hálsi, at skotryndirnar ikki vóru nóg neyvar.
Neistin misti møgueikan
Orsakað av mongu misnýttu málmøguleikunum, hekk Neistin í Kyndli fram til seinastu løtu av dystinum, tá Hanus Jensen við einasta málinum hjá sær, avgjørdi dsytin við máli til 23-21. At Neistin skoraði eina ferð afturat, hevði lítið og einki at siga, og so kundu kyndilsmenn fegnast um, at teir aftur tykjast at hava fingið yvirtakið á grannunum.
Við tapinum má Neistin roknast fyri at vera úti í dystinum um heiðursmerki. Í øllum førum í fyrstu atløgu, nú teir ikki kunnu røkka hinum liðunum eftir einum leikdegi. Nógv kann tó framvegis henda seinastu seks dystirnar, men at síggja til tók Kyndil eitt avgerandi fet frá Neistanum sunudagin.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 9(5), Jónleif Sólsker 6, Hans Áki Dal Christiansen 3, Heini Bendtsen 2, Uni Wardum 2, Hanus JEnsen 1
Neistin: Jacob Jónsson 7, Ræni Slættanes 4, Kári Mortensen 3(1), Áki Mørk 3, Rune Møller 2, Ári Rouch 2, Ragnar Zachariasen 1
Brotskøst: Kyndil 5, NEistin 1
Útvísingar: Kyndil 7, Neistin 8
Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (Eitt beinleiðis reytt og eina ferð 3X2 minuttir)