Sjórøvarar í Vágahavinum

Í seinastu viku varð herverk framt móti línureiðskapinum hjá útróðrarbátinum Volunteer, meðan línan stóð vestanfyri

 

Sjórøvarar


Útróðrarbáturin Volunteer av Toftum kundi komið illa fyri vestan fyri í seinastu viku. Meðan línan stóð, hevði onkur skorið eina boyu oman av og skotið hol á tríggjar aðrar. Fingu teir enda, kundu teir mist útgerð fyri út móti 100.000,- krónum.

Jack Højgaard, skipari á Volunteer, sigur, at hann ongantíð hevur verið út fyri slíkum øll tey mongu árini, hann hevur róð út. Og heldur ikki hevur hann hoyrt um tað fyrr. Hann metir hendingina so álvarsliga, at hann hevur meldað hetta til løgregluna. Hann vendi sær eisini til Vaktar- og Bjargingartænastuna og boðaði frá tí, sum hent var.

Løgreglan í Runavík váttar, at teir hava fingið fráboðanina og meta málið sum herverk. Av løgreglustøðini verður sagt, at teir hava ongantíð havt slíkt mál fyrr.

Jack Højgaard sigur frá, at teir høvdu sett vestur úr Høvdanum, sum so mangan. Teir høvdu 8 miðurúm standandi. Vanliga er lína, sum svarar til eina sjey stampar í hvørjum miðurúmi, og so boya á. Volunteer hevur egningarmaskinu og setir av stokkum.

Miðuboyurnar eru júst ætlaðar sum ein trygd, um teir fáa enda. Men tá hendan trygdin verður oyðiløgd av reinum ólevnaði, kann tað gerast álvarsligt, um línan slitnar. Tíbetur var eingin endi hendan dagin, og Volunteer fekk alla línuna aftur.

Jack Højgaard sigur, at endaboyan stóð, meðan tann seinasta miðuboyan var skorin omanav. Stong við boyu og forgangara. Alt skorið burtur. Síðan vóru nummar tvey og trý skotnar. Tann næsta aftur stóð, meðan so aftur ein, sum var skotin.

Boyurnar, sum hava verið fyri herverki, eru skotnar við vanligari høglbyrsu. Hol er á boyuni, og høglini liggja inni í boyuni.

Sosialurin skilir, at tað dámar ikki øllum snellumonnunum, at línubátar seta á leiðum, sum snellumenninir líkasum kanna sær. Hvussu tað skal skiljast, undrast fleiri á. Hendan dagin var Volunteer einar 10 fjórðingar úr landi, og tað er so eingin óvanlig línuleið.

Hinvegin kenna línumenn einki til, at havið er fest, soleiðis at summir partar av flotanum eiga ávísar leiðir.

Av Vaktar- og Bjargingartænastuni verður váttað, at tey hava fingið fráboðanina frá Volunteer, men kunnu einki gera annað enn at biða skipini halda eyguni eftir slíkum, meðan tey sigla runt.

Hinvegin ber illa til at ákæra nakran fyri at hava skotið boyur, uttan at hava sæð tað, sum hent er.

Tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, at finna nakran løgfrøðing, sum kundi siga okkum, hvar ein møgulig revsing fyri slíkt mál kann væntast at liggja.