Norðborg tikin í Barentshavinum


 

Skiparin á Norðborg, Kristian Martin Rasmussen varð í gjár avhoyrdur hjá løgregluni Vadsø.

Um middagsleitið týsdagin komu menn frá norska vakrarskipinum ?Stålbas? umborð á Norðborg, sum er á lodnuveiðu í Barentshavinum. Norðborg royndi á gráu leiðini einar 55 fjórðingar norður úr Vardø.

Norska blaðið Nordlys skrivar, at Norðborg var ikki undir illgruna, tá menn fóru umborð, men eftir at hava gjøgnumgi pappírini varð skiparin biðin um at fylgja við inn til Vadsø.

Norðborg er skuldsett fyri ikki at hava boðað frá, tá teir fóru fram við einum ávísum punkti og fyri ikki at hava sent út fyldisveinasignal, sum kann siga myndugleikunum, hvar skipið er statt.

Palli Ziskason, frá reiðarínum hjá Norðborg sigur, at teir ikki rættuliga skilja hví onki signal er sent til fyldisveinin.

-Vanlig mannagongd er tann, at radiosendarin sendir eitt signal einaferð um tíman og er okkurt galið við sendaranum, so sigur Vaktar og Bjargingartænastan frá. Tað er so ikki hent í hesum førinum. Hendan skipanin ger, at myndugleikarnir til eina og hvørja tíð kunnu siga, hvar skipið er statt og tað skuldi, samstundis sum teir hava eftirlit við okkum, eisini bøtt um trygdina, sigur Palli Ziskason.