dansur verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 6. september. Áhugin fyri hesum tiltaki er so stórur, at nú verður eisini skipað fyri einum dansi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hesin dansur [...] sínum slagi í Føroyum. Teir spæla lættan dansitónleik, og við sangum sum »Nei, så tjukk du har blitt« og »Jag trodde Änglarna fanns« hava teir vunnið hjørtunum á mongum føroyingi. Fyrst í september mánaði [...] fríggjakvøldið 5. september. Ole Ivars hava spælt síðani mitt í 1960'unum, men teir hava ongantíð áður verið so væl umtóktir, sum teir eru í hesum døgum. Seinastu fimm árini hava verið tey bestu hjá bólkinum
bara her heima hjá okkum, men eisini úti í heimi. Listaframsýningin, sum seinastu vikuna hevur verið at sæð í Ribarhúsi í Fuglafirði, var ikki nakað undantak í so máta. Nógv fólk vitjaðu, og meiri enn [...] , helt Maria í Árnafirði fyri, at tey vóru ?garrvill?. Hetta fekk láturin fram hesa annars stillu løtuna. Hugnaløtan í Mentanarhúsinum um kvøldið var ein sonn uppliving. Tá vit komu inn í forhøllina beint [...] einaferað hava fingið, hóast tær eru skerdar í mun til tað, sum vit halda vera tað fullkomna. Veitslurómur Hesin dagurin, framsýningin læt upp og veitsla skuldi verða í Mentanarhúsinum, var ein rættiligur ve
Norskur áhugi Fyrra konsertin við Ole Ivars verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 5. september. Leygarkvøldið 6. september spæla teir í høllini á Hálsi. Og tað eru ikki bara føroyingar, sum [...] útgávuna, rokna teir við meira sølu. Í næstu viku koma Ole Ivars til Føroya, og tað er fyrstu ferð, at teir vitja hendan vegin. Teir hava fyri tað mesta spælt í Noregi, men í ár skulu teir á tvær uttanlandsferðir [...] r. Onnur teirra er til Føroya. ? Av øllum okkara framførslum í ár gleða vit okkum mest til konsertirnar í Føroyum. Vit vita, at nógv fólk í Føroyum lurta eftir okkara tónleiki, og tí gleða vit okkum til
Eftir tvey tap á rað eru bæði 1. og 2. deildarliðini fokin í kappingini um heiðursmerkini. Fyrst vóru liðini á Svangaskarði, har B68 tók alt, og í hesum vikuskiftinum var tað B36, sum fór við báðum sigrunum [...] Bertholdsen KÍ framum, men í 2. hálvleiki kiksaði hjá KÍ. Áki Mørk javnaði beinleiðis upp á fríspark, og Tórður Hentze skoraði B36 sigursmálið, tá ið tað restaðu fýra minuttir. B36 var í summarsteðginum millum [...] heimavølli ímóti TB, ið rættuliga hevur fingið undanvind, meðan KÍ skal royna seg ímóti oddaliðnum í Fuglafirði 2. deild KÍ?B36 2?3 (2?1) 0?1: Carl H. Høgnesen 1?1: Kristian á Lakjuni 2?1: Dávid Bertholdsen
oktobur 1965 var stórur dagur í Føroyum. Tá fingu Judith og Ólavur Nolsøe í Dali tríburðar. Hetta vóru fyrstu tríburðar í Føroyum - ið menn vita um - sum komu vælskapt í verðina. Síðani hava 4 onnur føroysk [...] føddir í 1999. - Tað er vorðið alt meiri og meiri vanligt at gera stevnur av øllum ymisum slagi, eitt nú tvíburðastevnur og mammubólkar. So hví ikki eisini ein tríburðastevna, sigur Dia Jacobsen í Fuglafirði [...] Fuglafirði, sum tók stig til at savna tríburðarnar. Tríburðarnir og familjur teirra hittust í skúlanum í Vestmanna seinasta leygardag. - Tað var sertakliga hugnaligt, og vit funnu beinanvegin saman, bæði vaksin
Midjord, tær búgva í Fuglafirði. Dagliga starvast Sunleiv sum formaður í Føroya Postfelag, har hann hevur verið í fýra ár. Postmaður hevur hann nú verið í 22 ár, og brandmeistari í 1 ár. Til síðsta løgtingsval [...] giftist hann við Annu, ið er dóttir Martin og Dinnu Eliasen í Fuglafirði. Í 1982 fekk hann prógv sum timburmaður, og í 1987 bygdi hann sær hús í Runavík. Hann eigur tvær døtur, sum eita Linda og Silvia Maria [...] stillaði hann upp sum umboð fyri Javnaðarflokkin, men ikki hesaferð slapp hann inn um tær trongu dyrnar í føroyskum politikki, men vónandi er hann til dystin fús næsta val, hann hevði uttan iva gjørt eitt gott
Fríggjakvøldið fer Terji Rasmussen at spæla til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Terji fer at syngja kendar sangir hjá sær og øðrum, og hann fer á pallin saman við nøkrum royndum tónleikarum. Kim Hansen
Fuglafjørður: Bergfrost í Fuglafirði fer í næstum at byggja eina umleið 650 fermetra stóra høll á havnalagnum niðanfyri frystitunnilin. Sambært ætlanini, stendur høllin klár at taka í nýtslu einaferð komandi [...] Bergfrost, og fer kommunan at hava eina sonevnda bib-støð í høllini. Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði, sigur, at meðan hinar bib-støðirnar í landinum honum kunnugt verða riknar av virkjunum, sum [...] at Fuglafjarða kommuna fer at ráða yvir umleið 100 fermetrum í nýggja bygninginum hjá Bergfrosti. - Nakað verður av útgerð í hølunum, men í aðrar mátar kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sjálv við síni
deild Fótbóltslagið er gott í Fuglafirði. ÍF er á odda í 2. deild, og tað skal vilja heilt illa til, um Sigfríður Clementsen og hansara menn ikki fara at vinna plássið í fremstu deildini aftur, sum ÍF [...] til næsta kappingarár. Avrikini í ár og aftur sunnudagin hava víst, at tað verður neyðugt við tilgongd av lyklaspælarum, um talan ikki bara skal verða um stuttan visitt í bestu deildini. Ímóti einki serligt [...] væl omanfyri. ÍF legði seg skjótt framum við tveimum málum. Í fyrra førinum varð Ken Bærentsen spældur leysur við John Williami Joensen, og í seinna førinum var tað Hanus Eliasen, sum sera hegnisliga við
gamal, og hann siglir framvegis. Í 1985 fór hann niður í Eystursjógvin at sigla, og trý ár seinni, í 1988, flutti hann til Bornholm at búgva. Har sigldi hann heilt fram til í fjør, tá hann vendi nøsini heim [...] aftur hitti hann Evy Toftegaard úr Fuglafirði, og tað rann saman teirra millum. Tey blivu gift í 1990, og brúdleypið gjørdist landakent, tá tey blivu "burturflutt" at sigla í seingini hjá Jóannes Andreasen [...] Andreasen. Hendingin varð umrødd á forsíðunum í føroysku bløðunum. 1. august í fjør fluttu Anfinn og Evy sum nevnt aftur til Føroya og valdu tey at búseta seg í Nólsoy, har tey trívast ógvuliga væl. Tey eiga tvey