2. deild
Fótbóltslagið er gott í Fuglafirði. ÍF er á odda í 2. deild, og tað skal vilja heilt illa til, um Sigfríður Clementsen og hansara menn ikki fara at vinna plássið í fremstu deildini aftur, sum ÍF misti fyri fýra árum síðani. Nýggi vøllurin er fínur, og áskoðarafjøldin sunnudagin boðaði frá, at ÍF hevur dygga undirtøku.
Oddasessurin hjá ÍF er so mikið sannførandi, at teir eiga so spakuliga at fara undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Avrikini í ár og aftur sunnudagin hava víst, at tað verður neyðugt við tilgongd av lyklaspælarum, um talan ikki bara skal verða um stuttan visitt í bestu deildini.
Ímóti einki serligt mannaða KÍ var eingin ivi um, at ÍF var væl betra liðið. Men fuglfirðingar vóru kløkkir onkra ferðina í fyrra umfarinum, tá ið verjuspælið ikki var meiri enn passaligt. Helmar Lassen var púra leysur við Fróða Poulsen, sum bjargaði, og ta einu ferðina vóru Olgar Danielsen, Helmar Lassen og David Bertholdsen frammanfyri málinum við einum verjuspælara og málverjanum, men skotið fór væl omanfyri.
ÍF legði seg skjótt framum við tveimum málum. Í fyrra førinum varð Ken Bærentsen spældur leysur við John Williami Joensen, og í seinna førinum var tað Hanus Eliasen, sum sera hegnisliga við høvdinum umsetti innleggið úr vinstru frá Ken Bærentsen. Bólturin varð dirigeraður heilt upp undir handaru samankomingina.
Helmar Lassen minkaði um munin stutt undan hvíldini, tá ið hann gjørdist púra leysur.
Í 2. hálvleiki skoraði Hanus Eliasen, sum støðugt var vandamikil, til 3?1, tá ið hann saman við liðfelaga kom einsamallur ímóti KÍ málverjanum. Miðvallarin Høgni Zachariassen staðfesti 4?1 sigurin við besta málinum. Hann tveitti seg fram og drønstútaði hart innlegg úr høgru upp í hornið.
Hýrurin var góður á fuglfirðingum. Tað er framvegis møguleiki fyri, at TB kann fáa teir aftur. Leygardagin skal ÍF suður á Sevmýri. Um tað eydnast teimum at koma norður um aftur við í hvussu so er einum stigi, so fer at síggja heilt gott út. Um teir einki fáa, so fer avgerðin framvegis at vera í teirra hondum, men tá fer endaspurturin at verða meiri stressaður, enn hann annars kann gerast.
ÍF?KÍ 4?1 (2?1)
1?0: Ken Bærentsen
2?0: Hanus Eliasen
2?1: Helmar Lassen
3?1: Hanus Eliasen
4?1: Høgni Zachariassen