B36 tók alt í Klaksvík

2. DEILD KÍ?B36

Tað hevur hilnast illa hjá tveimum teimum bestu KÍ liðunum tvey tey seinastu vikuskiftini. Eftir tvey tap á rað eru bæði 1. og 2. deildarliðini fokin í kappingini um heiðursmerkini. Fyrst vóru liðini á Svangaskarði, har B68 tók alt, og í hesum vikuskiftinum var tað B36, sum fór við báðum sigrunum úr Klaksvík.
Carl H. Høgnesen legði leygardagin B36 framum, men Kristian á Lakjuni javnaði til 1?1 við langskoti. Kristian, sum fyri trimum árum síðani taldist millum fremstu fótbóltsevnini í Klaksvík, hevur ikki hildið seg havt tíð til fótbólt seinastu tíðina, og hann verður ikki at síggja nógv á KÍ liðum næstu tíðina, tí hann ætlar sær av landinum. Men leygardagin vísti hann, at evnunum bila einki.
Undan steðginum legði miðvallarin Dávid Bertholdsen KÍ framum, men í 2. hálvleiki kiksaði hjá KÍ. Áki Mørk javnaði beinleiðis upp á fríspark, og Tórður Hentze skoraði B36 sigursmálið, tá ið tað restaðu fýra minuttir.
B36 var í summarsteðginum millum evnini til niðurflyting. Sjúrður Norðbúð hevur síðani tá havt ábyrgdina av næstbesta B36 liðnum, og tað hevur gingið sum eftir ánni. B36 hevur spælt fimm dystir. Teir hava bara tapt ímóti ÍF. Úrtøkan hevur verið tólv stig, og nú eru teir væl og virðiliga komnir undan allari hóttan um niðurflyting. Um heilt væl vil við, so fer B36 kanska at vera við í kappingini um bronsumerkini.
Næsta vikuskifti vera avbjóðingarnar stórar bæði hjá B36 og KÍ. B36 skal spæla á heimavølli ímóti TB, ið rættuliga hevur fingið undanvind, meðan KÍ skal royna seg ímóti oddaliðnum í Fuglafirði

2. deild KÍ?B36 2?3 (2?1)
0?1: Carl H. Høgnesen
1?1: Kristian á Lakjuni
2?1: Dávid Bertholdsen
2?2: Áki Mørk
2?3: Tórður Hentze