Væleydnað listaframsýning og óført hugnakvøld

Seinasta fríggjadag læt listaframsýning upp í Ribarhúsi, og um kvøldið var hugnaløta í Mentanarhúsinum. Tiltøkini vóru í samband við, at verkhúsið, Stíggjur, hevur virkað í 10 ár

Autsiders art vekir størri og størri áhuga millum fólk, ikki bara her heima hjá okkum, men eisini úti í heimi.
               Listaframsýningin, sum seinastu vikuna hevur verið at sæð í Ribarhúsi í Fuglafirði, var ikki nakað undantak í so máta. Nógv fólk vitjaðu, og meiri enn helvtin av verkunum vórðu seld.
               Tey flestu av teimum menningartarnaðu eru sera kreativ og halda seg framat. Tey duga at gleðast um tær gávur, tey nú einaferað hava fingið, hóast tær eru skerdar í mun til tað, sum vit halda vera tað fullkomna.
 
Veitslurómur
 
Hesin dagurin, framsýningin læt upp og veitsla skuldi verða í Mentanarhúsinum, var ein rættiligur veitsludagur hjá teimum menningartarnaðu. Úr øllum landinum komu tey til Fuglafirðar, fyri at gleðast saman við vinum og kenningum.
               Tað var formaðurin í MBF, sum segði nøkur orð og alment læt listafrasýnininga hjá Stíggi upp. Leiðarin á Stíggi, Poulina Johannesen, segði eitt sindur um verkhúsið og virkið har.
               Tá hon segði frá, at tey nú vóru farin undir at gera flettingarborð, helt Maria í Árnafirði fyri, at tey vóru ?garrvill?. Hetta fekk láturin fram hesa annars stillu løtuna.
 
 
Hugnaløtan í Mentanarhúsinum um kvøldið var ein sonn uppliving.
               Tá vit komu inn í forhøllina beint fyri klokkan sjey, var longu stúgvandi fult av fólki, sum bíðaðu at sleppa inn í veitsluhøllina.
               Asbjørn Eidesgaard, sum arbeiðir á Stíggi og er ættaður av Eiði, bjóðaði vælkomin og segði, hvat var á skránni fyri kvøldið. Hann skundaði sær at siga, at eftir døgurðan skuldi verða dansur, og tað skiltist, at dansurin so avgjørt var tað, tey øll gleddu seg allarmest til.
               Tey, sum komin vóru komin úr Klaksvík, máttu innaftur áðrenn dansurin byrjaði, tí Dúgvan siglir seinasta túrin klokkan 23. Hetta var stórt vónbrot, og ikki var frítt, at okkurt tárið rann eftir kjálkunum.
Men einki gjørdist við tað á hesum sinni - ólíkað verður, tá koyrandi verður gjøgnum undirsjóartunnilin.