Ole Ivars hevur tvær framførslur

Áhugin fyri dansinum við norska bólkinum Ole Ivars er so stórur, at nú verður skipað fyri einum tiltaki afturat. Ole Ivars fara at spæla í Havn og í Fuglafirði

Ole Ivars er kanska best umtókti bólkurin av sínum slagi í Føroyum. Teir spæla lættan dansitónleik, og við sangum sum »Nei, så tjukk du har blitt« og »Jag trodde Änglarna fanns« hava teir vunnið hjørtunum á mongum føroyingi.
Fyrst í september mánaði kemur bólkuri fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla, og dansur verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 6. september. Áhugin fyri hesum tiltaki er so stórur, at nú verður eisini skipað fyri einum dansi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hesin dansur verður fríggjakvøldið 5. september.
Ole Ivars hava spælt síðani mitt í 1960'unum, men teir hava ongantíð áður verið so væl umtóktir, sum teir eru í hesum døgum. Seinastu fimm árini hava verið tey bestu hjá bólkinum, sum selir eina ørgrynnu av fløgum og altíð er á ferð.
Limirnir í bólkinum siga, at teir gleða seg serliga nógv til at koma til Føroya at spæla, tí tað er nakað nýtt fyri teir, og teir vita, at teir hava nógvar lurtarar í Føroyum.