Bygging
Fuglafjørður: Bergfrost í Fuglafirði fer í næstum at byggja eina umleið 650 fermetra stóra høll á havnalagnum niðanfyri frystitunnilin.
Sambært ætlanini, stendur høllin klár at taka í nýtslu einaferð komandi vár.
Hetta verður í fyrsta lagi ein pakkihøll, har felagið eitt nú fer at pakka fisk, skilja og goyma plattarnar undir taki.
Kommunal bibstøð
Fuglafjarða kommuna er lutvíst við í byggiætlanini hjá Bergfrost, og fer kommunan at hava eina sonevnda bib-støð í høllini.
Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði, sigur, at meðan hinar bib-støðirnar í landinum honum kunnugt verða riknar av virkjunum, sum hava frystigoymslur á staðnum, metir Fuglafjarða kommuna tað vera betur, um ein slík støð verður óheft.
- Hetta er ein marknaðareftirlitisstøð, sum ES krevur, har eftirlit er við vørum, sum koma úr triðjalondum til Føroya og síðan verða seldar aftur til ES-lond.
Hann vísir á, at talan ikki bert er um at hava eftirlit við fiski, men eisini mjøli og øðrum úrdráttum, sum koma hendanvegin og verða seldar aftur til ES.
- Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum ger stakroyndir og kanningar av hesum vørum, og til hetta arbeiði hevur stovnurin brúk fyri einum høli til sítt arbeiði.
100 fermetrar
Sigurd Simonsen sigur, at Fuglafjarða kommuna fer at ráða yvir umleið 100 fermetrum í nýggja bygninginum hjá Bergfrosti.
- Nakað verður av útgerð í hølunum, men í aðrar mátar kemur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sjálv við síni útgerð, tá ið kanningar verða gjørdar.
Hann vísir á, at ávísar vørur, sum Havsbrún keypir úr eitt nú Chili,
soleiðis verða "bibbaðar" í Hetlandi, áðrenn tær koma til Føroya.
- Eg meti, at tað hevur týdning, at kommunan sum óheft rekur hesa eftirlitsstøðina, tí tá hava allir somu rættindi og somu møguleikar ? eisini, hvat viðvíkur kostnaðinum at fáa vørurnar góðkendar, sigur Sigurd Simonsen.