16. juli 1988 giftist hann við Annu, ið er dóttir Martin og Dinnu Eliasen í Fuglafirði.
Í 1982 fekk hann prógv sum timburmaður, og í 1987 bygdi hann sær hús í Runavík.
Hann eigur tvær døtur, sum eita Linda og Silvia Maria Højgaard, og tvær abbadøtur sum eita Irena og Vár Midjord, tær búgva í Fuglafirði.
Dagliga starvast Sunleiv sum formaður í Føroya Postfelag, har hann hevur verið í fýra ár. Postmaður hevur hann nú verið í 22 ár, og brandmeistari í 1 ár.
Til síðsta løgtingsval stillaði hann upp sum umboð fyri Javnaðarflokkin, men ikki hesaferð slapp hann inn um tær trongu dyrnar í føroyskum politikki, men vónandi er hann til dystin fús næsta val, hann hevði uttan iva gjørt eitt gott arbeiði.
Við øllum hesum um oyrini skuldi man kanska hildi, at tað ikki var nógv tíð til yvurs, men so er ikki.
Tann tíð hann hevur til yvurs fer heilhjartað til familju og vinir. Er tað nakar sum manglar eina hjálpandi hond, so er hann har, og alt hann ger er av fullum hjarta.
Við hesum fáu orðum vilja vit ynskja pápa okkara hjartaliga tillukku við 45 ára degnum og takk fyri farnu og komandi árini.
Heilsan Linda og Silvia Maria