Anfinn Nielsen 50 ár

Í dag, mikudagin 10. september, fyllir Anfinn Nielsen, kanska betur kendur
sum Anfinn & Co., 50 ár

Anfinn Nielsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík og fór sum so mangur annar til skips longu sum 13 ára gamal. Tað var eisini
umborð á fiskiskipum, at hann gjørdist kendur so at siga, tí tað var
nevniliga umborð, at flestu av sangum hansara sóu dagsins ljós. Longu í 1972 yrkti hann sín fyrsta sang, "Sundaberg", um skipið, ið gekk burtur. Sum kunnugt bjargaðist øll manningin, men sjálv hendingin setti seg fasta í
huganum hjá Anfinni. Seinni kom so sangurin "Í skúri" (1985), sum Science
Fiction innspældi. Og í 1988 gav Anfinn so sítt fyrsta band út. Hetta
nevndist "Hví". Tað er á hesum bandinum at framúrskarandi landaplágan "Lítli fuglur" er at finna. Bandið seldi meiri enn 5.000 eintøk. Tá tú sigur A,
mást tú eisini siga B, so tá Anfinn hevði sagt Hví, var tað heilt náttúrligt
eisini at siga "Tí". Og soleiðis nevndist eisini seinna bandið, sum hann gav
út.
Anfinn Nielsen hevur verið sjómaður alt sítt lív. Sum nevnt fór hann til
skips longu sum 13 ára gamal, og hann siglir framvegis. Í 1985 fór hann
niður í Eystursjógvin at sigla, og trý ár seinni, í 1988, flutti hann til
Bornholm at búgva. Har sigldi hann heilt fram til í fjør, tá hann vendi
nøsini heim aftur til Føroya. Anfinn er nú kokkur umborð á Hallarkletti.
Á eini av ferðum sínum at vitja heima aftur hitti hann Evy Toftegaard úr
Fuglafirði, og tað rann saman teirra millum. Tey blivu gift í 1990, og
brúdleypið gjørdist landakent, tá tey blivu "burturflutt" at sigla í
seingini hjá Jóannes Andreasen. Hendingin varð umrødd á forsíðunum í
føroysku bløðunum.
1. august í fjør fluttu Anfinn og Evy sum nevnt aftur til Føroya og
valdu tey at búseta seg í Nólsoy, har tey trívast ógvuliga væl. Tey eiga
tvey børn, Jákup, 7 og Bjørg, 5. Anfinn eigur annars vaksnan son, Bogi.
Dagurin verður hildin í Royndarhúsinum í Nólsoy leygardagin 13.
september.