er komin og eins og vanligt er inniheldur hon eisini ein part um Føroyar. Sjey blaðsíður um alla føroysku løgregluna er ikki so nógv, men tað sigur líka nógv um, hvussu friðarligt land Føroyar er og hvussu [...] finnur nakað stórvegis av rúsevnum. Um tað er tí, at tað ikki finst í Føroyum ella tí, at innflytararnir eru snildari enn løgreglan, skal ikki verða fyri okkum at døma um. Tað mest vanliga rúsevni, sum kemur [...] og um ársskiftið vóru bert 5 fólk á málinum. Kriminaliteturin fellur Í 1997 vórðu skrásett 1036 lógarbrot á revsilógina. Hetta eru 10,8 prosent færri enn í 1996, tá talið var uppi á 1161. Men ikki nóg
hesaferð var tað NSÍ, sum dróg longra stráið. Fyrrverandi B68-leikarin Lív Hansen var dagsins kvinna í Runavík, tí hon gjørdi bæði NSÍ-málini í 2-1 sigrinum. Dysturin var spennandi, og tað var ikki fyrr enn [...] tílíkt úrslit, er ikki nógv annað at siga enn, at KÍ sum vera man var nógv betri enn Skála á øllum økjum. Hjá KÍ gjørdi Rannvá Andreasen besta hálið ? hon fekk sjey av málunum. Johanna Vang, sum fyrr hevur spælt [...] At tað ikki bert er hjá monnunum, at tað er stórur munur á sterkastu og veikastu liðunum, prógvaðu klaksvíkskvinnur so dyggiliga sunnudagin, tá tær vunnu 16-0 á Skála! Um ein dyst, sum fær eitt tílíkt
Fuglafirði. Arbeiði hevur gingið sera gott ? byrjað var uppá arbeiðið seinast í mai og roknað verður við, at tað verður liðugt í november. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at hildið tíðarfreistina [...] , so sum arbeiðið gongur í løtuni. Talan er um eina spunskei, sum verður gjørd í Fuglafirði, á sama hátt sum tann gamla keiin er bygd. Hon hevur staðið í eini 60 ár uttan trupulleikar, so hetta er ein [...] men tað krevst. Skipini eru stór og dýr. Tey krevja at verða avgreidd so skjótt sum gjørligt. Um hetta ikki letur seg gera, so kunnu tey bara fara til okkurt annað land at landa. Eingin atløgubryggja uttanfyri
sera stórt mál um alla framtíð Føroya og hon skal sum allar slíkar avtalur viðgerast seriøst. ? Vit skulu samráðast við danir um øll øki. M.a. útbúgvingarmál, heilsumál og so sjálvandi um hvussu vit sleppa [...] ríkisrættarligu støðu Føroya. Valstríðið var nógv merkt av júst hesum evninum og tað er einki yvir at dylja, at tann størsta orsøkin óiva var bankamálið. Spurningurin um ríkisrættarligu støðu Føroya hevur altíð [...] við onnur lond, so er neyðugt, at hon ger nakað fyri tað sjálv, og tað vóni eg sanniliga at hon ger, sigur Høgni Hoydal. ? Tað, at fáa ræði á egnum landið krevur ikki bara eitt politiskt engagement, men
sjúkrarøktini. Tað, sum var vanligt fyrr, er kanska ikki vanligt í dag, tí nú eru øðrvísi hættir at gera næstan alt upp á. Umhvørvið á Sjúkrahúsunum er heldur ikki, sum tað var fyrr. Eisini her eru gjørdar [...] at seta upp tríggjar stovur. Ein stova var frá gamlari tíð. Her sást hvør útgerð var tøk í teirri tíðini. Ein stova var frá 60-unum ella 70-unum og tann triðja var frá í dag. Við hesum trimum uppsetingum [...] og á Tvøroyri. Útgerðin kostar um 500 túsund krónur og tann peningin hevði Klaksvíkar Sjúkrahús ikki tøkan í ár. Men tá neyðin er størst, er hjálpin ofta næst. Og so var eisini her. Norðoya Sparikassi
Højgaard úr Rituvík er ikki ein av teimum, sum ofta keypir sær nýggjan bil. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at hon og maðurin kunn gleðast yvir, at tey hava nýggjan bil. Og ikki var hann dýrur, hann kostaði [...] Bilurin var høvuðsvinningur á lutaseðilinum hjá Tórshavnar Ítróttarráð. Ingibjørg sigur við Sosialin at hon næstan altíð keypir lutaseðlar, um onkur kemur inn at selja, men henda seðilin hevði hon keypt [...] í Runavík. ? Tað er ikki vanligt, at eg keypi lutaseðlar úr kioskum, men tað gjørdi eg so hesaferð. Hví eg keypti ein seðil veit eg ikki, sigur Ingibjørg. Maðurin fylgdi við Tað var maður Ingibjørg, sum
Føroyum fekk fólkið frið í sálina. Tað var ein harmoni millum kvinnu og mann, har tey deildust um at taka sær av børninum, men tó við hvør sínari uppgávu. Tá var ein maður alltíð klárur at verja kvinnuna [...] við menn, soleiðis at tær ikki bukka undur ?valdsmisnýtslu? frá monnum. Í dag er tað ikki lætt hjá kvinnum, uttan hjálp frá monnum, at klára seg á støði við menn, serliga ikki tá ið tær hava fingið børn [...] viðfarnar um allan heimin. Kvinnur orka ikki, at berjast móti allari hesari óreinheit. Tí er tað týdningarmikið, at vit í felag menna kvinnur og okkara børn, men sjálvsagt eisini menn. Tað skuldi ikki verið
fakfelagsrørslan er eisini politisk, og tí skal hon eisini vera við til at ávirka samfelagsgongdina. Útbúgvið tykkara egnu fólk Eisini spurningurin um útbúgving var viðgjørdur á fundunum. Norski álitismaðurin [...] har. -Her er talan um eina heilt nýggja vinnu við heilt nýggjum og øðrvísi arbeiðsgevarum, sum eru ótrúliga sterkir. Tí má fakfelagsrørslan eisini vera sterk, og tað er hon bert, um øll fakfeløgini standa [...] mótarbeiða fakfeløgum, so er brúk fyri eini sterkari fakrørslu, og hon kann bert vera nóg sterk, um fakfeløgini standa saman. Hetta var ein av boðskapunum norsku fakfelagsfólkini høvdu at lata føroysku
norsku vitjanina, møttu ikki upp ella lótu als ikki við seg koma. Sær fram til eina oljuvinnu Men hvat heldur forkvinnan í Føroya størsta fakfelag um eina komandi oljugongd - sær hon fegin, at vit fáa eina [...] avgjørt, men bara um føroyska samfelagið kann fáa nakað skilagott burtur úr, og um føroysk arbeiðsmegi fer at verða brúkt á øllum økjum. Hon viðgongur, at hetta letur seg bert gera, um vit hava útbúgvið [...] felag mugu byrgja upp fyri ikki skal henda. Ingeborg Vinther sigur, at tað nú ræður um at fáa øll tey føroysku fakfeløgini á tal og verða við til at leggja hetta til rættis. Hon er eitt sindur hugstoytt
Tá ið prátið um The Atlantic Giant 98 var í hæddini, var eisini nógv tosað um, at sjónvarpsupptøkurnar frá kappingini skuldu seljast til útlendskar sjónvarpsrásir. Hetta arbeiði er farið í gongd nú, og [...] víða um á júst hesi stevnuni. Arbeiða við tankanum um TAG 99 Fyrr í vikuni høvdu Sjónvarp Føroya og fyrireikararnir av kappingini The Atlantic Giant 98, Int. Promotions, ein fund, har tosað var um, hvat [...] hvat man skuldi gjørt øðrvísi, um farið var undir at skipa fyri The Atlantic Giant 99. Sjónvarpsstjórin sigur, at tað, sum allir partar vóru samdir um, var, at ein møgulig kapping komandi ár skuldi skipast