Ingibjørg Højgaard úr Rituvík er ikki ein av teimum, sum ofta keypir sær nýggjan bil.
Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at hon og maðurin kunn gleðast yvir, at tey hava nýggjan bil.
Og ikki var hann dýrur, hann kostaði einans 20 kr. Bilurin var høvuðsvinningur á lutaseðilinum hjá Tórshavnar Ítróttarráð.
Ingibjørg sigur við Sosialin at hon næstan altíð keypir lutaseðlar, um onkur kemur inn at selja, men henda seðilin hevði hon keypt í Kiosk Vár í Runavík.
? Tað er ikki vanligt, at eg keypi lutaseðlar úr kioskum, men tað gjørdi eg so hesaferð. Hví eg keypti ein seðil veit eg ikki, sigur Ingibjørg.
Maðurin fylgdi við
Tað var maður Ingibjørg, sum sá í bløðunum at tey høvdu vunnið.
Tá hann segði konu síni frá hesum gleðiboðum, trúði hon at hann sendi hana apríl.
Ingibjørg ringdi síðani til formannin í Tórshavnar Ítróttarráð, Kristonnu Høgnesen, og spurdi um hetta var rætt.
? Jú, tað stemmar og tú hevur vunnið bilin, segði ein fryntlig Kristianna Høgnesen í hinum endanum.
Ætla ikki at
selja tann gamla
Ingibjørg sigur, at tey ikki ætla at selja tann gamla bilin hjá teimun.
Tað er ein Daihatsu Charade, hann hevur verið góður og nú kunnu børnini fáa hann at koyra í.
Ingibjørg og maðurin arbeiða bæði á fiskavirking í Runavík og har er lønin ikki so høg, at ein hevur ráð at keypa sær nýggjan bil.
? Vit eru glað fyri at tað var ein Toyota Corolla, tí hetta er ein sera flottur bilur, sigur Ingibjørg at enda.
Sosialurin ynskir vinnarunum hjartaliga tillukku við bilinum