At tað ikki bert er hjá monnunum, at tað er stórur munur á sterkastu og veikastu liðunum, prógvaðu klaksvíkskvinnur so dyggiliga sunnudagin, tá tær vunnu 16-0 á Skála!
Um ein dyst, sum fær eitt tílíkt úrslit, er ikki nógv annað at siga enn, at KÍ sum vera man var nógv betri enn Skála á øllum økjum.
Hjá KÍ gjørdi Rannvá Andreasen besta hálið ? hon fekk sjey av málunum.
Johanna Vang, sum fyrr hevur spælt við B36, er nú farin at spæla við KÍ, og tað er eisini ein styrkur. Fyrrverandi B36-leikarin setti hol á í 8. minutti og skoraði eisini til 11-0 (57.) og 14-0 (85.).
Einu løtuna í seinna hálvleiki skeyt KÍ trý mál innan tveir minuttir, og eisini móti endanum gekk sera stutt millum KÍ-málini. Dagin fyri vunnu menninir 10-0 á TB, og sostatt vann 1. deild hjá KÍ tilsamans 26-0 hetta vikuskiftið!
Tað er tó framvegis langt upp til HB og B36, men eftirsum bæði LÍF og EB taptu, sær bronsan nú út til at fara til Klaksvíkar.
HB-kvinnurnar
máttu vera tolnar
Oddaliðið HB brúkti langa tíð í Gundadali móti LÍF, men at enda vunnu havnarkvinnurnar 3-0.
Øll málini komu í fyrru helvt av seinna hálvleiki. Eyðvør úr Dímun fekk hol á longu tríggjar minuttir eftir steðgin, tá hon fekk fatur á einum hornasparki, og góðar tíggju minuttir seinni økti upprisna Birita Ellefsen til 2-0.
Hetta slóg luftina úr LÍF, sum hevur mist Kristinu Eyðbjørnsdóttir, ið er farin til Danmarkar at útbúgva seg, og stutt seinni kundi Eyðfríð Kristiansen spæla Vivian Thorleifsson leysa, so HB kom upp á 3-0.
Tað hevur annars ikki gingið heilt eftir vild hjá HB, síðani tær í summarsteðginum mistu fleiri av stuðulsspælarunum, og sigurin á LÍF var týdningarmikil fyri kapprenningina við B36, sum, tá hetta verður skrivað, er fýra stig aftanfyri, men við tveimum dystum færri spældum.
NSÍ vendi Skála bakið
Í fjør vóru átta lið í bestu kvinnudeildini. Í ár eru tey sjey, og komandi ár verða tey bert seks.
Niðasta liðið í ár flytir beinleiðis niður, og tað verður helst eingin, sum verður firtin, um vit siga, at hetta verður Skála.
Næstniðasta liðið skal spæla um upp- og niðurflyting móti vinnaranum av 2. deild, sum verður VB.
Sunnudagin spældu næst- og triðniðasta liðið móti hvørjumøðrum. Tað var á Eiði, har EB tók ímóti NSÍ.
NSÍ byrjaðu seinnu hálvu av kappingini við at tapa tepurt í Leirvík, og so fingu tær javnleik móti oddaliðnum HB í einum dysti, har vindurin var lyklaleikari.
Tann 1. juni vunnu eiðiskvinnur fyrra dystin móti NSÍ í Runavík 3-0, men hesaferð var tað NSÍ, sum dróg longra stráið.
Fyrrverandi B68-leikarin Lív Hansen var dagsins kvinna í Runavík, tí hon gjørdi bæði NSÍ-málini í 2-1 sigrinum.
Dysturin var spennandi, og tað var ikki fyrr enn væl inn í seinna hálvleik, at málini komu.
NSÍ kom á odda 2-0, áðrenn Svanna Vesturdal svaraði aftur fyri heimaliðið, og hóast EB legði trýst á seinastu løturnar, megnaði NSÍ ? sum frammanundan hevði havt fleiri upplagdar møguleikar fyri at avgera dystin ? at binda fyri og sostatt minka munin upp til júst EB, sum saman við LÍF varð standandi á 10 stigum, meðan NSÍ kom upp á sjey stig.