? Ein útstrekt hond til andsstøðuna

? sigur Høgni Hoydal um uppskotið um ríkisrættarligu støðu Føroya varð lagt fyri løgtingið til viðgerðar týsdagin og við tí er skjøtil settur á tað málið, sum av teimum flestu verður mett at verða tað størsta í føroyskari politiskari søgu

Við samgonguskjalinum sum teir Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu eftir valið 30. apríl í ár, varð sligið fast, at flokkarnir hava gjørt av at gera nakað álvarsligt við ríkisrættarligu støðu Føroya.

Valstríðið var nógv merkt av júst hesum evninum og tað er einki yvir at dylja, at tann størsta orsøkin óiva var bankamálið.

Spurningurin um ríkisrættarligu støðu Føroya hevur altíð verið eitt sindur frammi, men hevur ongantíð í nýggjari tíð verði beinleiðis tema í einum valstríði og eini eftirfylgjandi samgongu.

Men tað tykist, sum nú-verandi samgonga ætlar at leggja stóran dent á orðini, sum eru niðurfeld í samgonguskjalið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður er settur til m. a. at taka sær av sjálvstýrismálinum og tað er fyrstu ferð, at føroyingar hava ein sjálvstýrismálaráðharra.

Týsdagin kom so fyrsta útspæl hansara fyri tingið í hesum sambandi.

Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Men hvør er ætlanin við hesum uppskotinum?

? Tað er sjálvsagt at fáa heimild frá løgtinginum at fara undir samráðingar við donsku stjórnina, men samstundis er eisini ætlanin, at leggja upp til eitt opið aðalorðaskiftið millum allar politiskar flokkar og almenningin við, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Hetta uppskotið kemur frá landsstýrinum eina. Er tað tí ikki vandi fyri at andstøðan følir seg setta uttanfyri og slepta upp á fjall í einum so stórum málið sum hesum?

? Nei, tað haldi eg ikki at teir hava nakra orsøk til. Eg havi tosað við Javnaðarflokkin, sum er størsti flokkur, og sum eigur formannin í uttanlandsnevndini, so teir vistu av, at uppskotið kom nú.

? Viðgerðin skal byrja onkustaðni, og eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri málið at viðgerðin verður almenn, sigur Høgni Hoydal, landstýrismaður.


Gera fylgibólkar

Høgni Hoydal leggur dent á, at hann ikki hevur ætla sær at fara undir nakað sjálvstýrið yvir háls og herðar.

? Vit skulu finna eitt so breitt samstarv, sum gjørligt at byggja á, sigur hann.

? Tað er nú gingin ein tíð, síðan tað kom fram, at landsstýrið ætlar sær undir samráðingar við donsku stjórnina og við avtaluni við donsku stjórnina 10. juni í ár fingu vit staðfest, at danska stjórnin fegin vil samráðast um málið.

Høgni Hoydal leggur dent á, at hann onga orsøk sær til, at andstøðan skal haldast uttanfyri arbeiðnum við at broyta ríkisrættarligu viðurskifti Føroya.

? Ein møguleiki er at gera politiskar fylgibólkar, sum fylgja bæði við samráðingunum við danir og við grundlógararbeiðinum. Á henda hátt verða teir kunnaðir um arbeiði alla tíðina, sigur hann.


Eiga formannin í

uttanlandsnevndini

? Men tað er eisini vert at minnast til, at málið skal viðgerast í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og har eigur Javnaðarflokkurin, sum kunnugt formannin.

Høgni Hoydal sær hetta sum ein fyrimun, tí hetta er eitt sera stórt mál um alla framtíð Føroya og hon skal sum allar slíkar avtalur viðgerast seriøst.

? Vit skulu samráðast við danir um øll øki. M.a. útbúgvingarmál, heilsumál og so sjálvandi um hvussu vit sleppa av við blokkin. Og hetta skal avgerast í einum opnum kjakið, sigur landsstýrismaðurin.

? Einki er avgjørt bara tí at málið nú er lagt fyri tingið. Tað verður úrslitið av samráðingunum við danir, sum kemur at verða avgerandi fyri um tað yvirhøvur hongur saman, sigur Høgni Hoydal.

Hann leggur aftrat, at vit mugu fyri alt í verðini ikki enda í somu støðu, sum í 1946.


Skipanin skal broytast undir øllum umstøðum

Ein av spurningunum í sambandi við broyttu ríkisskipanini er hvussu verður við blokkinum í framtíðini, og roknar landsstýrið við at Føroyar fara at klára seg uttan blokkin

? Alt hetta skal kannast nágreiniliga, sigur landsstýrismaðurin.

? Ein serfrøðinganevnd verður sett fyri at gera upp, hvørja ávirkan blokkstuðulsskipanin hevur á føroyska samfelagið og so skal hon koma við einum útspælið um hvussu vit kunnu gera okkara samfelag meira búgvið til at verða búskaparliga sjálvbjargið.

? Skal vinnan klára seg í kappingini við onnur lond, so er neyðugt, at hon ger nakað fyri tað sjálv, og tað vóni eg sanniliga at hon ger, sigur Høgni Hoydal.

? Tað, at fáa ræði á egnum landið krevur ikki bara eitt politiskt engagement, men so sanniliga eisini eitt vinnuligt engagement, leggur hann aftrat.

Tá Sosialurin spurdi um hann væntaði eitt drúgt orðaskifti á tingið, svaraði hann:

? Tað veit eg ikki, men eg vóni at tað verður sakligt og at flokkarnir fara úr sínum skotgrøvum og byrja at samstarva um hetta stórmál, tí tað er tað vit hava brúk fyri. Ongum øðrum.