Stór framsýning um heilsurøkt í 100 ár

Tað eru hendar stórar broytingar í sjúkrarøktini seinastu 100 árini og tað vildu sjúkrasystrarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fegnar vísa býarfeløgum sínum við framsýningini »Sjúkrarøkt í 100 ár«, sum var opin dagarnar tá Klaksvíkar Kommuna hátíðarhelt 90 ára dagin

Tað eru í ár liðin 100 ár síðan Klaksvíkar Sjúkrahús fór at virka og hetta tíðarskeiðið eru farnar sera stórar broytingar fram í sjúkrarøktini.

Tað, sum var vanligt fyrr, er kanska ikki vanligt í dag, tí nú eru øðrvísi hættir at gera næstan alt upp á.

Umhvørvið á Sjúkrahúsunum er heldur ikki, sum tað var fyrr. Eisini her eru gjørdar stórar broytingar.

Og tað er serliga tey seinastu 20 - 30 árini, at tær allarstørstu broytingarnar eru farnar fram.

Tøkniliga menningin er farin við øgiligari ferð og tað eru tað ikki so nógv, sum hava nakað í móti.

Harvið eru viðgerarmøguleikarnir vorðnir munandi betri og tað skuldi eisini merkt, at fleiri og fleiri gerast frísk eftir viðgerð á sjúkrahúsunum.

Men sjúkrasystrarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið hildu ikki, at henda farna tíð skuldi fara aftur við borðinum uttan at okkurt var gjørt burturúr.


Settu arbeiðsbólk

at gera framsýning

Tá nú 100 ára dagurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið nærkaðist gjørdu sjúkrasystrarnar í Klaksvík av at seta ein arbeiðsbólk, sum skuldi fáa eina framsýning upp at standa.

Ætlanin var, at framsýningin skuldi lata upp í sambandi við altjóða sjúkrasystradagin í mai, men av ymsum orsøkum var valt at bíða til august, tá Klaksvíkar Kommuna hátíðarhelt 90 ára dagin.

Arbeiðsbólkrin, sum var mannaður við bæði yngri og eldri sjúkrasystrum fór undir at savna tilfar, og tað vísti seg at ganga væl.

Sjúkrahúsið lá inni við nógvum tilfari, sum var væl egnað til framsýning og fleiri sjúkrasystrar høvdu eisini ymiskt, sum tær fegnar vildu lata til hetta høvi.


Gamlar og

nýggjar stovur

Nógvar myndir vóru á framsýningini. Men umframt myndir, so eydnaðist eisini fyrireikarunum at seta upp tríggjar stovur.

Ein stova var frá gamlari tíð. Her sást hvør útgerð var tøk í teirri tíðini. Ein stova var frá 60-unum ella 70-unum og tann triðja var frá í dag.

Við hesum trimum uppsetingum sást, hvussu stórar broytingar eru farnar fram tá tað um sjúkrarøkt umræður.


Stórfingin gáva

Og hesar broytingar eru seinastu tíðina vorðnar enn meira skilligar.

Fyri ikki so langari tíð síðan tóku tey trý sjúkrahúsini eitt nýtt tól í nýtslu.

Hetta er eitt sokallað telemedisinskt tól, sum ger tað møguligt hjá Landssjúkrahúsinum í Havn at hava eyguni eftir og hjálpa við í viðgerðini av sjúklingum, sum liggja á sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri.

Útgerðin kostar um 500 túsund krónur og tann peningin hevði Klaksvíkar Sjúkrahús ikki tøkan í ár.

Men tá neyðin er størst, er hjálpin ofta næst.

Og so var eisini her.

Norðoya Sparikassi hevur hugt djúpt í lummarnar og í sambandi við móttøkuna, sum var tá framsýningin lat upp, handaði Sparikassin sjúkrahúsinum ein kekk uppá heilar 250 túsund krónur.

Stórfingin gáva, tað er vist og hon ger eisini, at tað er møguligt hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið at keypa telemedisinsku útgerðina longu í ár.


Edvard Fuglø

setti upp

At seta eina slíka framsýning upp, er ikki bara sum at siga tað.

Hóast tær kenna til uppstillingarnar á sjúkrahúsinum, so hildu sjúkrasystrarnar seg ikki til at seta framsýningina upp einsamallar.

Men tað er eingin trupulleiki tá býurin eigur ein mann, sum er meistari á tí økinum.

Sjúkrasystrarnar heittu á Edvard Fuglø, sum er kendur fyri at duga væl at gera pallmyndir til sjónleikir og hann var fúsur at hjálpa.

Saman við Norðoya Fornminnisfelag gjørdu tey øll í felag eina sera áhugaverda framsýning.


Fornminnisfelagið fingið lutirnar

Framsýningin er nú tikin niður aftur, men lutirnir eru kortini ikki farnir í allar ættir hóast tað.

Tey ið høvdu ábyrgdina av framsýningini hava gjørt av at lata fornminnissavninum í Klaksvík allar lutirnar til skrásetingar.

Um forminnissavnið fer at gera framsýning burtur úr lutunum er ikki greitt, men møguleikin er til staðar, og tað er einki at ivast í at áhugi er fyri slíkum framsýningum í Klaksvík, tí nógv fólk nýttu høvi til at vitja inn á gólvið meðan framsýningin var opin, siga fyrireikararnir.