nýggjum, sigur formaðurin í stýrinum. Júst hendan orðing og týdningurin, sum verður lagdur í, at leiðarin skal hava listfrøðisliga útbúgving, kann gerast næsta stríðsmálið í stýrinum fyri Listasavnið. [...] hvør skal setast í starvið sum leiðari fyri savnið, og nú er sannlíkt, at starvið verður lýst leyst av nýggjum. Tvær innstillingar og meirilutin peika á Helga Fossádal, men formaðurin í stýrinum er ímóti [...] Hoydal, formaður í stýrinum fyri Listasavn. Hann heldur, at hetta er so avgerandi fyri starvssetanina, at hann vil ikki boyggja seg, hóast viðtøkurnar fyri Listasavnið siga, at avgerðir í stýrinum verða
holdningar til Guds orð, og í sama andadrátti skrivar, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað, vit vilja í okkara landi. Síðani skrivar Gerhard Lognberg. Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki [...] at gera. Eg gevi Gerhardi púra rætt í, at greinin gjørdist alt ov long, men hetta kom júst av tí, at eg ikki vil sleingja um meg við skriftstøðum, uttan at siga frá, í hvørjum samanhangi tey eru søgd. Tú [...] fólki, sum bukaði onnur í høvdið við skriftstøðum úr Bíbliuni. Nú haldi eg, at flest fólk, sum tú ikki ert samd við, ganga við nógvum pentum í høvdunum, sum tú bukar onnur við skriftstøðum. Skilur Gerhard
dagsskránna. Tað, sum løgmaður kom við í røðu síni, eru bert leysir tankar, sum hann hevur hoyrt onkran annan siga. Eitt nú sigur hann í innganginum, at tað gongur væl í Føroyum. Tað er slíkt, sum Anders Fogh [...] val: - Tað er einki at ivast í, at løgmaður ikki trýr upp á tað, sum hann sjálvur segði í røðuni. Hann var ófyrireikaður, tí hann hevur ongar visjónir. Hjá honum snýr tað seg í løtuni bara um at verða sitandi [...] - Í løgmansrøðuni var eingin nýggjur tanki og ongar visjónir yvirhøvur, hóast løgmaður hevur prátað dúgliga um visjónir seinastu nógvu mánaðirnar. Júst hetta prógvar, at embætisfólk ikki skulu gera visjónir
00 til 16.00 og tað triðja verður í Tekniska Skúla í Klaksvík sunnudagin 14. mars frá kl. 13.00 til 16.00. Kim Müller Kim Müller er 45 ára gamal og hevur verið stjóri í tí privatu vinnuni 12 tey seinastu [...] HD, I/Ø, MasterPractitioner í NLP, Persónligur Coach, skeiðleiðari og umframt tað, so hevur hann eisini eina útbúgving í samskifti frá Anthony Robbins Mastery University í USA. Kim hevur arbeitt hjá CarlF [...] Skeiðið gevur tær innlit í, hvat er neyðugt við tí persónliga atburðinum og málburðinum, tá ið tú veitir einum viðskiftafólki eina tænastu ella vøru. Á skeiðinum fært tú innlit í, hvussu tú tryggjar tær
Katrin Petersen, tíðindaleiðari, SvF Í bløðunum í gjár hevði Jón Tyril eitt ummæli ella eina viðmerking til valsendingarnar í SvF. Jón tykist ikki vera ein av teimum, sum halda tað vera gott, at valdø [...] kritiskar. Tað er so í lagi, at honum ikki dámar at landsins sterkasti fjølmiðil arbeiðir kritiskt heldur enn bara at loyva politiskum valevnum fram at mikrofonini. Men hann spyr í síni viðmerking, um tað [...] krevur sín mann. Í lesarabrævinum verður eisini spurt, hvørja dagsskrá sjónvarpið hevur. Dagsskrá okkara fram til valið er at geva hyggjarunum eina so sanna mynd sum gjørligt av, hvat býr í teimum politikarum
Martin Joensen. Tað er í grein tvey, stykki fimm í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970, at støðið verður tikið. Har stendur, at "tá ið avgerð skal takast um byggiloyvi, hóast forboðið í stykki ð eitt og tvey [...] SEV hevur søkt um at sleppa at seta tríggja vindmyllur upp í haganum á Nesi. Ein vindmylla hjá SEV stendur longu í sama haga, men ætlanin hjá SEV er at seta tær nýggju vindmyllurnar nakað syðri, enn har [...] Tað er hetta, vit hava grundað okkara avgerð á, sigur Kristjan Martin Joensen, formaður í Nátturufriðingarnevndini í Eysturoyar Sýslu. - Vit meina tað, at landslagið har er meira sermerkt. Har er millum
sum júst er útkomin í USA, staðfestir, at amerikanska valskipanin er ótíðarhóskandi, og at fólk hava fleiri møguleikar at snýta myndugleikarnar, hava tey hug til tess. Eitt nú verður víst á, at í 33 av [...] hevði skrásett seg sum veljara í sínum egna navni, men hevði harafturat skrásett seg sum veljara í navninum hjá mammuni. Mamman var deyð, men tað kannaðu myndugleikarnir ikki. -Í USA ber til at vera politiskt [...] forsetan, og Senatið skal velja varaforsetan. Í Umboðsmannatinginum hava republikanararnir meirilutan, so har verður Bush valdur, men vinna demokratarnir meirilutan í Senatinum aftur, verður John Edwards varaforseti
verandi í høllini á Skála. Sum ikki einaferð, so vóru tað tær báðar, Nicoleta og Lina, sum stóðu fyri flestu málunum hjá Søljuni, og tað er einki at ivast í, at júst tær báðar eiga sín stóra lut í, at Søljan [...] er einki at ivast í, at Søljan hevur skapt sær gróðrarlíkindi fyri eini støðugari tilveru í føroyska hondbóltsoddinum. Tað røkkur kanska ikki til heiðursmerki longu í ár, men kósin er í øllum førum bein [...] og Neistanum, men tær reistu seg so dyggiliga í dystinum móti StÍF. Longu eftir fyrsta góða korterinum stóð 4-13 á máltalvuni, og tó at StÍF slapp betri við í spælið, sum dysturin leið, so stóð alla tíðina
Flogbóltur Talan var um veruligan toppdyst í Trongisvági, tá Mjølnir kom suður á vitjan. Júst TB og Mjølnir hava seinnu árini verið støðug frammi í føroyska hondbóltsoddinum, og undan hesum dystinum høvdu [...] fult stigatal eftir fyrstu dystirnar., Bæði høvdu tey tó víst veikleikar í løtum, og tí var spurningurin kanska, hvør teirra í størstan mun hevði megnað at rudda hesar úr spælinum undan oddadystinum. Og [...] pláss niður á talvuni. KÍF hevur nevnliga havt góðan byrð í seinastuni, og tær vunnu aftur um vikuskiftið. Hesaferð var tað ÍF, sum vitjaði í Hoyvíkarhøllini, og tó at tær royndu at stríðast, so fingu
Tann sigurin í sjálvum sær ger tó ikki tann heilt stóra munin, tí enn eru seks stig upp til ÍF á níggjunda plássinum, og tí er talan enn einaferð um lagnudyst hjá B68. Og hesaferð kanska í enn størri týdningi [...] týdningi, tí mótstøðuliðið er júst ÍF. Tað er tó einki at ivast í, at sigurin seinast hevur givið B68 nakað av sjálvsálitið. Hugburðurin var væl betri, enn hann hevur verið nakra aðra ferð á árinum, og [...] sálarliga lyftið rætt, er einki at ivast í, at talan verður um eitt ordans mannfólkaavrik hesaferð. Og til dystin hevur B68 alt fólkið tókt. Øssur Hansen var ikki við í Vági, tí hann var leikbannaður, men hann