Upptakt
Toftamenn fingu seinasta vikuskifti loksins orsøk til at smílast, tá tað eydnaðist teimum at taka øll stigini við sær aftur úr Vági.
Tann sigurin í sjálvum sær ger tó ikki tann heilt stóra munin, tí enn eru seks stig upp til ÍF á níggjunda plássinum, og tí er talan enn einaferð um lagnudyst hjá B68. Og hesaferð kanska í enn størri týdningi, tí mótstøðuliðið er júst ÍF.
Tað er tó einki at ivast í, at sigurin seinast hevur givið B68 nakað av sjálvsálitið. Hugburðurin var væl betri, enn hann hevur verið nakra aðra ferð á árinum, og megna leikararnir at nýta sálarliga lyftið rætt, er einki at ivast í, at talan verður um eitt ordans mannfólkaavrik hesaferð.
Og til dystin hevur B68 alt fólkið tókt. Øssur Hansen var ikki við í Vági, tí hann var leikbannaður, men hann er tøkur aftur aftur hesaferð. Eisini Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen, sum hava verið skaddur seinastu tíðina. Og eingin av teimum, sum liggja á markinum, fingu gult í Vági, so Trygvi Mortensen hevur frítt val á øllum hillum, tá hann skal seta liðið saman til sunnudagin.
Tríggir eru við aftur
Hjá ÍF sær eisini betri út við fólki hesaferð, enn tað gjørdi seinast, tá teir leiktu javnt móti EB/Streymi. Fritleif í Lambanum og Høgni Madsen høvdu tá báðir leikbann, men teir eru nú tøkir aftur. Tað sama er Rúni Elttør, sum tá var sjúkur, og tað er upplagt, at hann fer at avloysa Viggo Olsen í verjuni. Viggo er leikbannaður hesaferð.
Og boðskapurin úr Fuglafirði er eins greiður, sum hann er á Toftum. Farið verður eftir stigunum, sum kunnu tryggjað liðnum ímóti beinleiðis niðurflytingini, soleiðis at spenningurin um hetta ikki skal halda sær til tað allarseinasta.