Bush forseti og Edwards varaforseti

Endar forsetavalið í USA javnt, er tað ikki óhugsandi, at republikanararnir og demokratarnir fara at býta valdið

Meðan fólk kring heimin bíða við spenningi eftir amerikanska forsetavalinum, stúra amerikanskir valserfrøðingar, at úrslitið kann elva til uppaftur størri iva og stríð enn fyri fýra árum síðani, tá nakrar fáar hundrað atkvøður avgjørdi valið.

Atkvøðugreiðslan, sum byrjaði í Florida og nøkrum øðrum statum mánadagin, hevur longu avdúkað fleiri trupulleikar, og bæði republikanaarnir og demokratarnir hava sent sakførarar til Florida at fyrireika seg til at leggja sak, er úrslitið teimum ikki til vildar.

Summir valserfrøðingar siga, at tá valið er so javnt, kann tað væl henda, at tað fer at standa á jøvnum ímillum George W. Bush og John Kerry, soleiðis at teir fáa 269 valmenn í part. Tað hendir, um veljararnir atkvøða sum seinast, men at demokratarnir vinna tveir av teimum smáu statunum frá republikanarunum.

Hendir tað, skal Umboðsmannatingið velja forsetan, og Senatið skal velja varaforsetan. Í Umboðsmannatinginum hava republikanararnir meirilutan, so har verður Bush valdur, men vinna demokratarnir meirilutan í Senatinum aftur, verður John Edwards varaforseti hjá Bush.

Ein bók, sum júst er útkomin í USA, staðfestir, at amerikanska valskipanin er ótíðarhóskandi, og at fólk hava fleiri møguleikar at snýta myndugleikarnar, hava tey hug til tess. Eitt nú verður víst á, at í 33 av teimum 50 statunum krevja valmyndugleikarnir ikki, at fólk skulu hava samleikaprógv við sær, tá tey skráseta seg sum veljarar. Harafturímóti sleppa fólk ikki at leiga ein film ella at leiga eitt kamar á einum gistingarhúsi uttan at vísa samleikaprógv.

Eitt nú hevur bókin eitt dømi um, at ein kvinna slapp at atkvøða tvær ferðir. Hon hevði skrásett seg sum veljara í sínum egna navni, men hevði harafturat skrásett seg sum veljara í navninum hjá mammuni. Mamman var deyð, men tað kannaðu myndugleikarnir ikki.

-Í USA ber til at vera politiskt virkin, eftir at ein er deyður, sigur John Fund, sum hevur skrivað bókina, og sum The Heritage Foundation hevur ivið út.