Stýrið fyri Listasavn Føroya kann ikki semjast um, hvør skal setast í starvið sum leiðari fyri savnið, og nú er sannlíkt, at starvið verður lýst leyst av nýggjum.
Tvær innstillingar og meirilutin peika á Helga Fossádal, men formaðurin í stýrinum er ímóti, tí hann heldur, at leiðarin sambært starvslýsingini skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossádal ikki.
? Fyri mær er tað púra greitt, at leiðarin á Listasavninum skal hava listfrøðisliga útbúgving, sigur Gunnar Hoydal, formaður í stýrinum fyri Listasavn.
Hann heldur, at hetta er so avgerandi fyri starvssetanina, at hann vil ikki boyggja seg, hóast viðtøkurnar fyri Listasavnið siga, at avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiriluta, og tríggir av fýra limum vilja hava Helga Fossádal í starvið.
Nýggj lýsing kann skapa stríð
Tað hevur ikki eydnast stýrinum at gera eina felags niðurstøðu, hóast fýra fundir hava verið um málið, og nú vil meirilutin hava landsstýrismannin við mentamálum at staðfesta avgerðina hjá teimum.
Landsstýrismaðurin hevur áður víst málinum frá sær, tí hann sigur, at tað er stýrið fyri Listasavnið, sum skal seta leiðaran. Verður hetta aftur svarið frá Jógvan á Lakjuni, er tað sannlíkt, at starvið sum leiðari á Listasavni Føroya verður lýst leyst av nýggjum.
? Um landsstýrismaðurin einki vil gera við málið, so mugu vit í stýrinum aftur tosa um málið, og so er mest sannlíkt, at starvið verður lýst leyst av nýggjum, sigur Gunnar Hoydal.
Og spurningurin er so, hvussu tað verður við nýggju starvslýsingini.
? Stýrið skal semjast um eina orðing til starvslýsingina, áðrenn starvið verður lýst leyst av nýggjum, sigur formaðurin í stýrinum.
Júst hendan orðing og týdningurin, sum verður lagdur í, at leiðarin skal hava listfrøðisliga útbúgving, kann gerast næsta stríðsmálið í stýrinum fyri Listasavnið.