Munurin staðfestur

Bæði botnliðini vórðu snøgt sagt smurd av, tá dystir í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru á skránni fríggjakvøldið

Hondbóltur

Tveir hondbóltsdystir í bestu kvinnudeildini vórðu leiktir fríggjadagin. Í báðum førum var talan um topp móti botni, og í báðum førum gjørdist talan eisini um stórsigrar.
Á Giljanesi tók Søljan ímóti Kyndli, og her var einki at rafla um. Søljan legði sjógv ímillum alt fyri eitt, og longu eftir fyrstu fáu minuttunum tóktist spurningurin bara vera, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Tað endaði við, at 25 mál vóru á muni, og so tykist Søljan vera komin aftur á beint, eftir at dystirnir móti bæði VB og Stjørnuni vórðu taptir.

Skipanin?
Søljan er tó framvegis á fjórða plássinum, tí eisini VB hevði dyst sama kvøld. Hesin var í Runavík, har Tjaldur heldur til, og ein og hjá Søljuni, so vísti hetta seg at vera ein yvirkomulig uppgáva hjá kvinnunum úr Vági.
Heilt so stórur sum á Giljanesi var munurin tó ikki, men spenningurin var á leið tann sami. Nevnliga eingin.
Og dystirnir undirstrikaðu sum so eisini, at munurin millum tey ovastu fýra og tey niðaru fýra í bestu deildini er rættiliga stórur. Stjørnan, Neistin, VB og Søljan tykjast longu nú at spæla í eini deild fyri seg sjálvan, og sum kappingin sær út nú, so er spurningurin, hvørt tað ikki vildi verið rætt, um broytingar vórðu gjørdar í skipanini, soleiðis sum ætlanin var. Tað vildi í øllum førum givið nakrar meira intensar dystir, enn teir sum vóru á skránni fríggjakvøldið.

Fakta
Tjaldur-VB 17-39 (10-20)
Málskjúttar
Tjaldur: Vesna Tomajek 6 (2), Heidi Heinesen 3, Kristine Ellingsgaard 2, Anni Højgaard 2, Julianna Rasmussen 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1
VB: Daiva Tuomaite 11 (5), Aukse Vysniaskaite 8, Rannvá Augustinussen 7, Christina Holm 4, Laila Jespersen 4, Margreth Augustinussen 3, Arnleyð Hjelm 2
Brotskøst: Tjaldur 4, VB 6
Útvísingar: Tjaldur 3, VB 0
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Sámal Hansen

Søljan-Kyndil 35-10 (16-5)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 14, Lina Andriulyte 6, Heidi Maria Akselsen 5, Arnleyg Haraldsen 4 (4), Hertha J. Simonsen 4, Jana Jacobsen 2
Kyndil: Randi S. Wardum 4, Súsanna Petersen 3, Anja Midjord 1, Lotte Sørensen 1, Linda Weihe 1
Brotskøst: Søljan 4, Kyndil 1/
Útvísingar: Søljan 4, Kyndil 5
Dómarar: Uni Wardum & Hartvig Joensen