Vilt tú verða eitt betri sølu- og tænastufólk?

Er títt stav at selja matvørur, klæði, timbur, olju, bilar, køkar, tógv ella annað. Tekur tú telefonina, situr tú við kassan í einum peningastovni, ert tú frisørdama, ella bjóðar tú aðra tænastu fram, so er hetta júst eitt skeið til tín

SKEIÐVIRKSEMI
Tíðindaskriv

Tað er tað fyrsta inntrykkið sum avger, um kundin vil keypa eina vøru ella tænastu frá einari fyritøku. Um ein fyritøka ikki hevur starvsfólk, sum duga at koma á »bylgjulongd« við kundan ? hvørja nyttu gera góðar vørur ella tænastur tá?
Skeiðini sum verða, eru til øll fólk, sum hava beinleiðis og óbeinleiðis við sølu og tænastu at gera.

Um skeiðið:
Skeiðið gevur tær innlit í, hvat er neyðugt við tí persónliga atburðinum og málburðinum, tá ið tú veitir einum viðskiftafólki eina tænastu ella vøru. Á skeiðinum fært tú innlit í, hvussu tú tryggjar tær, at tú verður uppfataður positivt og fært harvið skapt tað rætta sambandið. Á henda hátt tryggjar tú tær, at kundin minnist tykkara samskifti á ein positivan hátt og vendir aftur til júst tykkara fyritøku. Tú fært nøkur amboð at arbeiða við, ið tryggja eitt trygt og einfalt samskifti, ið tú beinanvegin kanst nýta í tínum dagliga arbeiði.

Hvør, hvar og nær:
Tað er kendi danski skeiðhaldarin, Kim Møller, sum kemur at hava hesi skeið. Fyrsta skeiðið verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 12. mars, frá kl. 13.00 til 16.00, tað næsta á Hotel Føroyum leygardagin 13. mars, frá kl. 13.00 til 16.00 og tað triðja verður í Tekniska Skúla í Klaksvík sunnudagin 14. mars frá kl. 13.00 til 16.00.

Kim Müller
Kim Müller er 45 ára gamal og hevur verið stjóri í tí privatu vinnuni 12 tey seinastu árini. Arbeiðsøkini, ið hann hevur fingist við, eru innan sølu, tænastu og framleiðslu. Kim er útbúgvin Maskinkonstruktør, HD, I/Ø, MasterPractitioner í NLP, Persónligur Coach, skeiðleiðari og umframt tað, so hevur hann eisini eina útbúgving í samskifti frá Anthony Robbins Mastery University í USA. Kim hevur arbeitt hjá CarlF, Sani Stål, Jysk Kemi, York, ABB, Inco, v.m.