- Í løgmansrøðuni var eingin nýggjur tanki og ongar visjónir yvirhøvur, hóast løgmaður hevur prátað dúgliga um visjónir seinastu nógvu mánaðirnar. Júst hetta prógvar, at embætisfólk ikki skulu gera visjónir, men at politikarar sjálvir skulu hava visjónir, sigur Høgni Hoydal og smæðist ikki burtur við at staðfesta, at núverandi samgongan als ikki hevur eina kós:
- Vit hava eina breiða samgongu við nógvum fólkum, sum áttu at kunnað útint okkurt. Men samgongan minnir meg tíverri heldur um nakrar setningar úr Sildavalsinum. Tí í samgonguni er bert rumbul og eingin kós, men stúgvandi fult eins og sild í dós.
- Eg sakni ein leist, sum kann seta fullveldi, rættartrygd og samhaldsfasti aftur á dagsskránna. Tað, sum løgmaður kom við í røðu síni, eru bert leysir tankar, sum hann hevur hoyrt onkran annan siga. Eitt nú sigur hann í innganginum, at tað gongur væl í Føroyum. Tað er slíkt, sum Anders Fogh Rasmussen plagar at siga. Og so nevndi løgmaður eitt sindur um familjupolitikk nú skulu øll hava tað gott, tey gomlu og tey ungu... Hetta minnir meg um útsagnir, sum verða brúktar, tá flokkar fara á val, heldur Høgni Hoydal og skoytir uppí, at løgmansrøðan bar á brá, at tað skjótt verður val:
- Tað er einki at ivast í, at løgmaður ikki trýr upp á tað, sum hann sjálvur segði í røðuni. Hann var ófyrireikaður, tí hann hevur ongar visjónir. Hjá honum snýr tað seg
í løtuni bara um at verða sitandi, og at alt skal ljóða væl, sigur Høgni og leggur at enda afturat, at tað er undarligt, at løgmaður er sloppin avstað við øllum sínum hugleiðingum um visjónir:
- Tær eru so sera úrtøkiligar, og eingin veit, hvat tær snúgva seg um. Hann biður embætisfólk orða sær eina visjón, tí hann manglar eina. Men har er eingin visjón at hóma nakrastaðni.