Tórshavn 21. febr. 2007
Nicolina Jensen Beder
Fyrst má eg siga, at eg skilji ikki Gerhard Lognberg, tá ið hann skrivar, at eg havi ótrúligar holdningar til Guds orð, og í sama andadrátti skrivar, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað, vit vilja í okkara landi. Síðani skrivar Gerhard Lognberg. Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki, sum bukaði onnur í høvdið við skriftstøðum úr Bíbliuni. Nú haldi eg, at flest fólk, sum tú ikki ert samd við, ganga við nógvum pentum í høvdunum, sum tú bukar onnur við skriftstøðum. Skilur Gerhard Lognberg veruliga einki av tí, ið eg havi skrivað. So er einki at gera.
Eg gevi Gerhardi púra rætt í, at greinin gjørdist alt ov long, men hetta kom júst av tí, at eg ikki vil sleingja um meg við skriftstøðum, uttan at siga frá, í hvørjum samanhangi tey eru søgd. Tú kanst ikki døma fólk eftir einum versi, sum tú sjálvur finnur fyri gott.
Tá ið Gerhard setur spurningin: Ert tú so uppgearað av tí, at grein 266b varð samtykt, og sær bara fyri tær, at best var, at øll vóru kynsvillingar? Tá spyrji eg meg sjálvan. Hvussu kann nakar, ið kallar seg kristnan, skriva nakað so niðrandi um Guðs skaparverk?
Spurningur nr. 2: Ert tú ikki á markinum at fara ov langt viðvíkjandi øðrum, sum tú ikki metur eru líka trúgvandi sum tú? Eg veit meg ongantíð hava sett spurning um, hvør er trúgvandi ella ikki. Tað einasta eg havi gjørt, er at endurgeva Halgubók. Um bønarmøti ella ikki, trúgvi eg, at foldaðar hendur hava líka nógva megi í einsemi sum í fjøld. Tann tyngsta bønin er uttan iva Jesusar egna bøn: »Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt«.










