líkna meiri einum baðilandi. Hetta er so bert ein partur av teim ætlanum, sum liggja fyri framman. Torkil hevur nevniliga ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum í og rundan um hylarnar í høllini. Ein ætlan [...] eru tald við. Men ynskið hjá nýggja leiðaranum er, at hetta talið skal vaksa nógv í framtíðini. - Vit skuldu helst komið uppá eini 300 vitjanir um dagin, sigur hann. Hann tók við hesum starvinum 1. oktober [...] lívbjargari í svimjihøllini í nøkur ár. Longur opið Í løtuni stendur svimjihøllin fyri eini stórari um- og útbygging. Tá henda verður liðug fáa tey vitjandi munandi betri umstøður at stuttleika sær í. Ætlanin
Gentur og dreingir stóðu rundan um kørini og forvitin eygleiddu tað, sum var í kørunum. Onkur eldri maður var eisini fram við. Mangar fiskarnar mundu teir hava drigið um stokkin, men ikki er vist, at teir [...] sjónum. Tá ið vit komu oman, vóru øll børnini savnaði rundan um tað eina karið, har krabbar og hummarar vóru í. Líkt var til, at tað serliga var hetta karið, sum hevði teirra størsta áhuga. Men so var ikki. [...] og látur og skríggj hoyrdust um bryggjuna. - Fiskurin er so hálur, at eg fái ikki fatur á honum, læt í tí eini gentuni. Og so royndi hon aftur... Jú, líkt var til, at hetta júst er nakað fyri børnini. Í
so máta, men nú eru so onkur tekin um, at liðið aftur í ár ætlar sær at leita móti oddinum. Og í royndunum í hesum hevur felagið gjørt avtalu við Atla Gregersen, um at hann skal spæla í Gøtu komandi k [...] eisini fast um hesi pláss. Í Danmark hevur hann verið knýttur at fótbóltsskúlanum í Hesselgods, umframt at hann í nøkur ár var við í hópinum hjá Randers Freja í næstbestu donsku deildini. Hetta seinasta árið [...] tó ikki gjørt av enn. - Tað verður so nakað, sum Krzystof fer at gera av, sigur Jógvan Gregersen um hetta seinasta.
Sjálvsagt kann føroysk lóggáva ikki lóggeva um, hvat er rangt og rætt í Teilandi. Men tað, sum undrar okkum er, at gingið verður so lætt um lýsingina í Dimmu, sum eggjar giftum monnum og gomlum dreingjum [...] og Russlandi. Um hildið verður, at tað er í lagi at lýst verður við sølu av kvinnum úr triðja heiminum, kunnu teir væl saktans eisini lýsa við sølu av børnum, menniskjagøgnum o.s.fr. Hetta má sigast at [...] øðrum londum. Tí er síðsta orðið ikki sagt enn! Sigur danski myndugleikin í Føroyum., at hetta er í lagi, so má hetta reisast í løgtinginum, so skjótt tingið kemur saman aftur. Vit ætla so at gera tað, sum
in er fyri stuttum seld til SunSet og Atlantsflog, og nú verður hugsað um at selja landskappingina. Tað hevur áður verið tosað um henda møguleikan, men hann er ongantíð vorðin til veruleika. Á fundinum [...] fundinum leygardagin vísti Óli Holm, formaður í FSF, á møguleikan, sum tað verður hugsað um í FSF. Hann nevndi einki um, at FSF er í samráðingum við møguligan stuðul. Sjónvarpingin Í sjónvarpinum er so nógv av [...] dysti í hvørjum umfari. Eingin ivi er um, at áhugin fyri at lýsa kring vøllin fer at økjast, tá ið meiri verður at síggja frá fótbóltsvøllunum í sjónvarpinum. Hetta fer so aftur at hava við sær, at møg
opnum eygum og tilvitandi skapa trupulleikar er torført at skilja. Her er antin talan um stóran kleyvarskap ella um tilvitandi roynd at skaða sitandi samgongu. Her eru eisini onnur viðurskifti, ið vekja [...] samgonguna. Løgmaður má tryggja sær, at hetta løgna arbeiðslagið hjá samgonguni í fíggjarnevndini heldur uppat. Hann má eisini tryggja sær, at landsstýrismenn, um teimum tørvar eykajáttan, søkja í so góðari [...] Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum bað í góðari tíð um eykajáttan, tí hann sá, at ætlanin ikki fór at halda. Við hesum bar hann seg púra beint at og fylgdi galdandi reglum. Men alt kom í drál
valári. Hetta tykist vera tekin um, at valstríðið hjá Sambandsflokkinum longu er byrjað. Ávísir tingmenn í samgonguni eru eisini farnir at markera seg av álvara. Hetta er helst eisini eitt dømi um, at tingmenn [...] tingmenn eru frustreraðir um, at samgonguskjalið kann tykjast vera sett til viks av visjónsarbeiðinum, og at politiska arbeiðið tískil í ov stóran mun er latið embætisfólkunum. Hetta hevur jú leingi verið [...] má ikki verða brúkt sum skjól fyri at síggja út av onkrum, sum ikki er. Nú eru ovmikið av rapportum um at tryggja karmarnar hjá privatu vinnuni, men kortini haltar í ólukkumát, heldur Edmund. Hann ótolnast
tað munin lættari, um spælari hevur sama nummar til hvønn dyst, og fyri áskoðaran ger tað eisini uppgávuna at kenna spælararnar nakað væl lættari. Ikki minst, tí talan tá eisini gerst um leikskráir, sum eru [...] fatan, at hetta er ein spurningur, sum Kappingarnevndin væl kann avgreiða, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari. Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, er kanska ikki ehilt so sannførdur um sínar [...] men hann metir tað eisini sanníkt, at ein slík regla verður sett í verk. - Tað hevur verið tosað um hetta áður, og ivaleyst er tað eisini ein spurningur, sum verður umrøddur á næsta fundinum hjá FSF. Sjálvur
í nakrari lóg. Endamálið við fundinum er, at partarnir skulu kunna hvønnannan um týðandi mál av felags áhuga, skifta orð um stórar politiskar spurningar av týdningi fyri ríkisfelagsskapin og annars hittast [...] rammum. Tað kann ivaleyst eitthvørt gott koma burturúr slíkum fundi, serstakliga har talan er um eym mál ella um mál, har misskiljingar hava gjørt seg galdandi. Hinvegin skerst ikki burt, at slíkir toppfundir [...] londunum? Tá alt hetta er sagt, skal samstundis verða gjørt vart við, at stór og týdningarmikil mál ivaleyst verða viðgjørd á ríkisfundinum í Grønlandi. Vit kunnu nevna spurningin um avleiðingarnar av
bera at hetta førir við sær familjuvanlukkur. Eg eri væl vitandi um, at lóggávan hesum viðvíkjandi er donsk, men eg trúgvi ikki, at danska útlendingastýrið gongur ímóti ynskjum frá føroyskari síðu. Um nakar [...] bjóðað fremmandum vælkomnum - ikki minst um vit kundu frætta nakað ella læra nakað frá teimum. Í ítrótti vilja vit eisini fegin vera millum tey bestu. Fyri at hetta skal bera til, hava vit bjóðað útlendingum [...] hevur fingið ta fatan, at hetta er politikkurin hjá Jógvani við Keldu, so eru vit óivað mong sum halda at landsstýrismaðurin er blivin misskiltur. Tað hevði tí verið deiligt, um Jógvan við Keldu hevði viljað