Neyðugt er at hugsa um at tryggja eina javna búskapargongd við at halda aftur í góðum tíðum fyri at hava pening til at taka í ringum tíðum. Av tí at fíggjarlógin, eins og undanfarnu fíggjarlógir, einans økir útreiðslurnar í góðum tíðum og endar við at hava hall sjálvt í gulltíðum, so kann ikki sigast annað enn at fíggjarlógin er eitt makkverk.
Í fyrstu greinini bleiv víst á, at inntøkumetingarnar og útreiðslurnar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 eru sera lítið eftirfarandi. Umframt at sjálv fíggjarlógin er eitt makkverk, so er sjálvur búskaparpolitikkurin, sum fíggjarlógin leggur upp til, eisini eitt makkverk.
At halda aftur í góðum tíðum fyri at hava pening at brúka í ringum tíðum er góður búskaparpolitikkur. Hetta átti ikki at verið ringt at skilt, men sitandi samgonga hevur als ikki skilt boðskapin. Fíggjarlógin fyri 2003 skal síggjast sum framhald av eini røð av fíggjarlógum við vánaligari stýring.
Konjunkturjavnan
Í flestu londum verður roynt at halda aftur í góðum tíðum. Hetta verður gjørt við at minka um almennu íløgurnar og við at tálma nýtsluni - bæði almennu nýtsluni og privatu nýtsluni.
Orsøkin til at man gjøgnum fíggjarlógina roynir at skapa eina javna búskapargongd er, at kostnaðurin av stórum sveiggjum er sera stórur fyri búskapin. Um sveiggini gerast ov stór, vil vinnulívið alla tíðina skulu venja seg við broyttar umstøður. Um tað harafturímóti er gjørligt at skapa eina javna búskapargongd, kann vinnulívið arbeiða við størri stabiliteti og størri tryggleika. Stabilitetur og jøvn búskapargongd skapar størri vøkstur uppá sikt, og harvið verður vælferðin fyri fólkið í landinum størri.
Hvussu skal stýrast?
Í 1986 metti borgarliga danska stjórnin, at nú var ferðin á búskapinum ov stór, og valdi tískil at minka um ferðina við at seta búskapin á kur - kartoffelkuren. Á sama hátt valdi socialdemokratiska stjórnin hjá Poul Nyrup at seta ferð á búskapin fyrst í 90?unum, tí arbeiðsloysið var vorðið ov stórt. Hetta eru dømir um politisk átøk sum høvdu til endamáls at stýra búskapargongdini.
Vanligu amboðini, sum verða nýtt til at stýra gongdini við, eru skattapolitikkurin og íløgurnar. Um ferð skal á búskapin verður økt um íløgurnar samstundis sum skatturin verður lækkaður. hetta økir um eftirspurningin í samfelagnum og harvið kemur ferð á búskapin.
Á sama hátt verður skatturin hækkaður og íløgurnar minkaðar um ferðin er vorðin ov nógv.
Hvussu er stýrt?
So kunnu vit seta spurningin: "Hvussu hevur henda samgongan stýrt seinastu árini? Og hvussu stýrir fíggjarlógin 2003?"
Sitandi løgmaður lýsti støðuna sera beinrakið undir valinum í vár tá hann segði: "Aldrin áður hava almennu útreiðslurnar vaksið so nógv, sum undir hesi samgonguni".
Er tað ikki at undrast yvir, at ein samgonga letur almenna sektorin vaksa so nógv í einum valskeiðið, sum er merkt av framburðið og støðugt hækkandi inntøkum? Áttu teir ikki at havt hildið eitt sindur aftur í hesum gulltíðum?
Sanniliga hevur búskaparpolitikkurin seinastu árini verið eitt makkverk og hetta fíggjarlógaruppskotið er eisini eiit makkverk.
Alt krútið uppi!
Nú fíggjarlógin fyri 2003 er løgd fram, sæst týðuliga, at einki krút er eftir til ringar tíðir. Teir hava brúkt alt krútið í góðu tíðunum.
Lærdómurin frá teimum sjey góðu og sjey ringu árunum í Egyptalandi hevur ikki rótfest seg í Føroyum. "Legg til síðis í góðum tíðum fyri at hava til at taka í ringum tíðum", tað var vísdómsorð í gamla testamenti og tað er framvegis vísdómsorð í modernaðum búskapartíðum. Tað nyttar ikki at vera smartur og skúgva sær undan vísdóminum, tí tað er eingin millumvegur - man er noyddur at hugsa seg um og hava eina skilagóða búskaparstýring.
Í síðstu greinini vil eg viðgera spurningin um vit eru komin nærri einum sjálvberandi búskapi og um kósin samgongan hevur lagt móti einum sjálvberandi búskapi er skilagóð.