Umhvørvi
Bogi Hansen, sum í heyst fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, er ógvuliga avgjørdur í spurninginum um, hvørt føroyskir myndugleikar eiga at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar.
Tað er als eingin ivi í hansara sál um hetta.
- Eg vil siga tað heilt stutt og greitt: Tekur Føroya løgting ikki undir við at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, hava føroyskir politikarar enn einaferð prógvað, at Føroyar verða stýrdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum.
Bogi Hansen sigur, at antin má uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum samtykkjast á løgtingi, ella noyðast samgonguflokkarnir í stundini at koma
við sínum egna uppskoti, sum byggir á tað sama.
Kyoto er byrjanin
- At seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar er avgerandi neyðugt, og hetta er tað minsta, vit kunnu og eiga at gera, tí hetta er bert byrjanin.
Havfrøðingurin sigur, at fyrr ella seinni noyðast vit at avmarka okkara oljunýtslu og jú longri, vit bíða, tess verri verður tað, tí Kyoto-sáttmálin er bara fyrsta stigið á leiðini ímóti at minka um stóru umhvørvisdálkingina.
- Neyðugt verður í framtíðini at taka nógv størri tøk fyri at tryggja, at tær broytingar, vit síggja í umhvørvinum og veðurlagnum, kunnu tálmast, so heimurin ikki endar í eini vanlukku í framtíðini.
Bogi Hansen vísir á, at eitt nú bretska stjórnin arbeiðir við uppskotum, sum eru nógv víðgongdari enn Kyoto-sáttmálin er, og hann vísir í hesum sambandi eisini á uppskotið hjá ES-nevndini, sum av álvara hevur sett umhvørvisvernd á dagsskrá.
Veðurlagsbroytingar
- Í vetur hava vit sæð stórar broytingar í veðurlagnum her hjá okkum, men neyðugt er sjálvandi, at hesar verða máldar yvir eitt longri áramál, áðrenn til ber at staðfesta, hvussu stórar veruligu broytingarnar eru.
Bogi letur kortini ongan iva vera um, at veðurlagsbroytingarnar eru byrjaðar.
- Tað er serliga tann stóra nøgdin av CO2 útláti, sum órógvar umhvørvið, og hetta útlát stavar í fyrsta lagi frá olju, gassi og koli, sum vit nýta til orku.
Bogi sigur, at útlát av øðrum dálkandi evnum eisini ger um seg í umhvørvinum og soleiðis ger seg inn á veðurlagsskipanina um allan heimin.
- Ein týðningarmikil uppgáva hjá heimsins íbúgvum í framtíðini verður tískil at spara orku og harvið minka um útlátið av CO2. Her eru nógvir
møguleikar, og eingin sum helst ivi er um, at nógv orka kann sparast kring um heimin, bæði á landi og sjógvi, sigur Bogi.
Einki er gjørt
Bogi Hansen heldur, at landsstýri og løgting hava gjørt alt, alt ov lítið fyri at finna út av, hvussu føroyingar kunnu spara orku.
- Føroyar liggja í toppinum, tá ið ræður um útlát fyri hvønn íbúgva, og kortini er líkt til, at okkara myndugleikar hveppa seg við at seta í gildi Kyoto-sáttmálan fyri Føroyar. Hetta er heilt óskiljandi og fullkomiliga ábyrgdarleyst, heldur hann.
Havfrøðingurin sigur, at tað er langt síðan, at hann misti álitið á føroyskar myndugleikar, tá ið ræður um umhvørvisvernd, og skuldi tað hent seg, at Føroya løgting nú sýtir fyri at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, er ábyrgdarloysið fullkomið.
- Sambandsflokkurin hevur fyrr í heyst mælt til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, og tað er í mínum hugaheimi púrasta burtur við, um Javnaðarflokkurin, sum gongur á odda í visjónum um alt millum himmal og jørð, ikki tekur undir við at seta sáttmálan í gildi. Og Fólkaflokkurin situr við ábyrgd av bæði umhvørvis-og orkumálum í Landsstýrinum. So, verður uppskotið hjá Tjóðvelisflokkinum ella okkurt, sum líkist tí, ikki viðtikið við stórum meiriluta, so hevur politiska valdið í Føroyum enn eina ferð prógvað, at øll tey føgru orðini eru onki annað enn klovnaspæl, sigur Bogi Hansen.