Tingmenn kunnu skulka so galið teir vilja

Sambært tingskipanini hava tingmenn onga møtiskyldu, og hóast tinglimir fara í farloyvi og lata eykamann røkja sessin, fáa teir framvegis fulla mánaðarløn á 30264 krónur. - Fráveruskipanin er ikki nøktandi, og hon skuldi verið endurskoðað, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen

Týsdagin 25. mai kastaði Sosialurin ljós á fráveru í tinginum. Johan Dahl varð mest fráverandi tingmaður, og fólkatingslimirnir Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen vóru síðani ávikavist á øðrum og triðja plássi við níggju og átta forsømdum tingfundum.
Formaður í Norðurlandaráðnum, Kári P. Højgaard, var eisini millum mest fráverandi tingmenn við fimm forsømdum tingfundum, og hevur hann í lesarabrævi rættvísgjørt fráveruna við, at hann hevur verið burtur í øðrum tingarbeiði í Norðurlandaráðnum.
Felags fyri øll hesi er, at eingin teirra hevur søkt um farloyvi og latið eykamann sín komið á ting, hóast tey sjálvi tykjast hava trupulleikar at møta upp orsakað av øðrum tingarbeiði. Øll hava fingið fulla tingmannaløn á 30264 krónur um mánaðin, og umframt hetta fáa fólktatingslimirnir Lisbeth og Høgni eina heila tingmannaløn afturat úr Danmark, sum er væl hægri enn løgtingslønin. Um tingmenn fara í farloyvi, verður bert kostnaðarendurgjald hildið aftur, men annars hevur hetta onga ávirkan á lønina.
Niðurstøðan hesum viðvíkjandi er, at løgtingslimir hava onga løgfrøðiliga ábyrgd at møta upp í tinginum, tí tingskipanin ongar reglur hevur um hetta. Skipanin sigur eisini, at fer ein tingmaður í farloyvi, er kravið minimum 10 dagar, og er hetta ikki ein serliga góð loysn, tá tingmenn aloftast eru fráverandi minni enn 10 dagar í senn.

Skipanin endurskoðast
Edmund Joensen er løgtingsformaður, og hann sigur, at í prinsippinum eigur tingið at vera mannað, antin við tingmanni ella eykamanni, um tingmaður er fráverandi. Men í fleiri førum er ikki gjørligt hjá tingmanni at vera til staðar, uttan at hann ynskir at fara í 10 daga farloyvi. Men er hetta ein nøktandi skipan, sum ger, at tinglimir kunnu rættvísgera stóra fráveru við øðrum virksemi, uttan at teir taka farloyvi og lata eykamann koma inn?
- Nei, eg meti ikki, at skipanin við fráveru er nøktandi, og hon skuldi verið endurskoðað. 10 daga minstakravið er eftir mínum tykki í meira lagi, og høvdu vit stytt hesa minimum áseting, hevði fráveran helst verið minni, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður og hægsti myndugleiki løgtingsins.
Edmund Joensen heldur, at knúturin við fráveru ofta liggur júst í skipanini um farloyvi, sum tingmenn ikki gera sær dælt av, og tí eru broytingar neyðugar hesum viðvíkjandi.
- Hinvegin spara tingmenn tinginum nakrar krónur við ikki at fara í farloyvi, tí teir fáa fulla tingmannaløn í farloyvi, meðan eykamaðurin eisini skal hava sínar góðu 30.000, sigur Edmund Joensen. Men kostnaðarendurgjaldið verður tikið av lønini, um tingmenn eru fráverandi. Her er talan um nakrar fáar túsund krónur.

Fólkatingslimirnir
Verður hugt at fráverulistanum í Sosialinum 25. mai sæst, at fólkatingslimirnir Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen hava verið mest fráverandi eftir Johan Dahl. Hesi fáa tvær tingmannalønir, og hóast onkur teirra skuldi valt at fara í farloyvi, høvdu Høgni og Lisbeth framhaldandi fingið bæði fólkatings- og løgtingsløn. Spurningurin er, um tað er rætt at fáa løn fyri nakað, tú er í farloyvi frá, og um tað er rætt at fáa tvær fullar tingmannalønir, tá tað vísir seg, at fráveran er stór hjá fólkatingslimunum.
- Høgni og Lisbeth kunnu sjálvsagt ikki røkja tveir tingsessir til fulnar, og um tað gerst ov trupult at møta upp, áttu tey at gjørt sær dælt av farloyvinum og latið eykamann koma í staðin, heldur løgtingsformaðurin. Spurdur, um tað er rætt, at fólkatingslmirnir fáa tvær tingmannalønir, hóast tey velja at fara í farloyvi og bara eru virkin á einum staði, er Edmund ikki so avgjørdur.
- Eg vil ikki leggja meg út í lønarviðurskifti, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen at enda, sum sostatt heldur, at reglurnar um farloyvi áttu at verið endurskoðaðar. Á henda hátt hevði tingið oftari verið fullsett, og tinglimir í øðrum ørindum høvdu ikki havt eins góðar orsøkir til fráveru.