Petur í Gong
Brúkarasamtakið
????????????????
Vit fara til handils uttan at geva okkum far um, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu stýra úrvalinum við okkara keypi. Tað, ið vit keypa, verður fylt inn aftur á handilshyllarnar. Tað, ið vit sálda frá, sáldar handilin vónandi eisini frá.
Ikki tí. Handlarnir royna sjálvandi at stýra okkara keypihugi við at innrætta handlarnir rætt, soleiðis at vit lættliga fella fyri bráðkeypi, og fylla okkum vognin við vørum, sum okkum als ikki tørva. Men um vit anda djúpt áðrenn vit fara innar, og allatíðina halda høvdið ísakalt, ber til at gera eitt tilvitað keyp.
Sum eyka hjálp kann mann skriva sær ein innkeypslista, og bannlýsa øllum fráviki frá listanum. Eitt síðsta góða ráðið ljóðar kanska nakað løgi, men tað riggar. Far ikki svang/ur til handils.
Tá mann er tilvitað/ur um hvat mann ætlar sær at keypa, renur mann seg við hvørt inn í tann trupulleika, at vøran ikki finnist. Hvat er so at gera? Skulu vit bara velja tað næst besta, ella kanska okkurt verri enn tað?
Tey ið keypa á alnótini, ella hava verið úti í heimi, hava óiva onkuntíð fingið stungið eitt spurnarblað frá seljandi fyritøkuni, har spurgt verður um eina rúgvu. Tað snýr seg her um hornasteinin í allari marknaðarføring, at kenna viðskiftafólkið.
Men tá hetta ikki verður brúkt nakað serligt í Føroyum, mugu vit sálvi hjálpa til. Tí loysir tað seg kanska altíð at spyrja eftir vøruni, hóast vit vita, at hon hvørki er at finna í handlinum ella á goymsluni. Tá vit hava spurgt nóg oftani, kemur vøran kanska á handilshillarnar. Vit kunnu altíð vóna.
Sum eitt næsta stig kunnu vit flyta okkum út um okkara egna tørv, og hugsa um umhvørvi og mannarættindi undir fram-leiðsluni av vøruni. Hetta er eitt ógvuliga stórt og torskilt øki fyri fólk flest, og vit hava tí hug at tveita frá okkum beinanvegin. Hvussu kunnu vit eisini megna at finna runt í øllum hesum.
Men tað er ikki neyðugt at minnast tjúgu ymiskar merkingar her og nú, og alt fyri eitt seta okkum grundiga inn í viðurskiftini hjá barnatrælum í Kina og aðrastaðni. Vit kunnu byrja í heilt smáum. Sum til dømis við tí norðurlendska svanamerkinum. Hetta merkið boðar frá, at vøran er gjørd á ein slíkan hátt, at hon í mest møguligan mun ikki dálkar umhvørvið. Eisini er hetta merkið longu á nógvum vørum í Føroysku handlunum, og er tað tí ikki so torført at finna. Tó eru matvørur, drekkivørur og heilivágur enn ikki umfatað av merkingini.
Blóman, ið er tað tilsvarandi merkið hjá ES, hevur framgongd, men er enn ikki so vanlig á okkara leiðum.
Nú farast skal til kassan at gjalda, mugu vit ferðast gjøgnum vandaøki. Góðgætishillarnar. Fyri at sleppa til kassan slepst ikki uttan um hesar hyllarnar, og er tí ikki so nógv annað at gera enn at hyggja beint fram, og halda kós og ferð. Um børn er við, hjálpir kanska at hála húgvuna hjá tí niður um eyguni, og at hava barnið sitandi í vogninum. Kanska okkurt klistur fyri munnin eisini hevði gjørt mun.
Sum áður sagt, so er tað ikki nú, tað skal rumbla í búkinum. Hvørki hjá tær ella barni.
Um tú ert ónøgd/ur við, at góðgætishillarnar standa við kassan, kundi tú kanska sagt hetta við onkran, sum arbeiðir í handlinum. Hvør veit? Kanska verða tær fluttar í onkran krók aftast í handlinum, um nóg nógv fólk siga frá.
Men hví skulu vit gera okkum so nógv stríð burtur úr einum handilstúri? Hví ikki bara bara fylla vognin við tí fyrsta og bíligasta, ið vit renna okkum fram á?
Tað er tí at umhugsni gagnar okkum sjálvum. Ein tilvitaður virkin brúkari, ið setur krøv, og allatíðina roynir at fáa sum mest av tí røttu vøruni fyri pengarnar, styrkir um kappingina, og far harvið skapt hægri góðsku, eitt breiðari úrval og lægri prísir. Tí tað eru vit, sum sita við valdinum. Vit mangla bara at brúka tað.