formaðurin í uttanríkisnevndini, Árni Þór Sigurðsson, sigur við Vísir, at nevndin fer at brúka ta tíð, sum er neyðug til viðgerðina, og at hon verður ikki liðug fyrr enn í næsta mánað. [...] Altinginum verður ikki liðug at viðgera uppskotið um ES-samráðingar fyrr enn í næsta mánaði Tá íslendska stjórnin legði uppskotið um samráðingar við ES fyri Altingið, var ætlanin at fáa eina skjóta viðgerð [...] viðgerðina í Altinginum hevur uppskotið verið í uttanríkisnevndini, og nevndin hevur nú boðað frá, at hon verður ikki liðug við viðgerðina fyrr enn í næsta mánaði. Altingið hevur fingið umleið 80 viðmerkingar
av fortreytunum fyri at spæla EM-undankappingardystirnar var, at hetta kundi gerast á gólvi, sum einans er merkt til hondbóltsdystir, og hetta bar til, tá Tórshavnar Kommuna valdi at gera íløgur í gula gólvið [...] eisini partur av hesum. Mikudagin boðaði Kommunan nevnliga frá, at avgerð er tikin um, at ókeypis atgongd verður til dystin. Hetta á tann hátt, at kommunan rindar Hondbóltssambandinum fyri tey atgongumerki
ÍF venjarin, Jón Simonsen, ásannaði, at hesa ferð hevði hansara lið spælt ímóti einum góðum fótbóltsliði: - At teir eiga eitt gott fótbóltslið vil eitt nú siga, at spælararnir hjá teimum gera ikki persónlig [...] teir vitjan av HB, og hósdagin fer NSÍ at vitja í Fuglafirði. Bartal Eliasen sat skaddur uttanfyri ímóti HB. Í Fuglafirði vóna teir, at hann verður førur fyri at spæla hósdagin.
menning av kunningartøkni í bilum. Orsøkin til samstarvið um hesar verkætlanir er at partarnir rokna við at kunningartøkni kemur at hava ein stóran leiklut í bilum í framtíðini. Talan er m.a. um telekommunikatión [...] hesum samstarvi vera at síggja í Hyundai og Kia bilum í 2010, men ætlanin er at Microsoft seinni skal marknaðarføra nýggju tøknina aðrastaðni á altjóða marknaðinum. TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum
Slagið tók somikið fast, at hann, ið fekk fløskuna í høvdið, noyddist undir læknahond at seymast. Hann fekk fýra pentur. Vakthavandi á løgreglustøðini í Suðuroy greiðir frá, at teir hava verið í samband [...] vísti seg at verða tveir ungir dreingir, um 16 og 17 ár, ið høvdu verið í hornatøkum uttanfyri TB húsið, har dansur var. Tá báðir unglingarnir vóru í hornatøkum, gjørdi annar ikki mætari enn at langa eina [...] samband við dreingin, ið langaði fløskuna í høvdið á hinum, og at hann verður ákærdur fyri harðskap. Hann er frammanundan kendur hjá løgregluni í Surðuoy.
Tróndur í Gøtu bíðar nú eftir, at fiskimálaráðið fer at geva skipunum loyvi at fiska meiri svartkjaft Fiskimálaráðið hevur givið skipunum loyvi at fiska 3.000 tons av svartkjafti í part fyribnils. Men [...] tons enn, men koma til Føroyar fyrst at skyfta manning og annað. Tóndur í Gøtu ér harafturímóti liðugur við sína kvotu, og skipið liggur nú á Fuglafirði og bíðar eftir at fáa nýggja kvotu frá fiskimálaráðnum
og síðani verður farið til Hálands. Eftir at hava vitjað í Hálandi fer Logos Hope til Stórabretlands. Síðan er ætlanin at fara til Føroya - roknað verður við, at tað verður í apríl. Tað kristni trúboðan [...] Eftir at hava ligið í Køge í longri tíð hevur Logos Hope nú loyst frá landi. Leingi hevur verið bíðað eftir at Logos Hope skuldi vera klár til missiónssigling. Serliga í maskinuni hevur verið trupult at [...] at fáa alt liðugt. Fleiri føroyingar hava hjálpt til seinastu tíðina. Eisini skuldi neyðuga góðkenningin frá myndugleikunum fáast í lagi. Men í vikuni varð alt klárt og hósdagin 19. februar varð kós sett
og hann hevur fleiri ferðir strongt á fyri at fáa Kongressina at taka undir við pakkanum. Semjan í nátt ber tó í sær, at pakkin verður skerdur nakað, soleiðis at nú eru 780 milliardir dollarar í honum. Sambært [...] hevur loksins fingið Senatið at taka undir við kreppupakkanum, sum tó bleiv skerdur nakað Demokratarnir í Senatinum og nakrir republikanskir senatorar samdust í nátt um at atkvøða fyri einumn kreppupakka
skal liggja, men enn sýnist líka langt frá einari semju. Tað undrar meg, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um eina loysn við at gera brúgv frá grótkastinum frá Norðoyatunlinum yvir á grótkastið við [...] vísir seg at fara verða til forargilsi hjá bygdafólkinum, sama hvar hann verður lagdur. Ein brúgv hevði verið ein stutt og góð farleið. Og verður rætt borðið at, nýtist ein slík loysn ikki at verða til
Nú verður aftur høvi at hoyra tónleikaverkið Ravnating, sum annars hevur 25 ár á baki Ravnating og Spælimenn í Tórskjallaranum Nú eru heili 25 ár síðani, at Kristian Blak framførdi verkið Ravnating, men [...] men nú verður aftur høvi at hoyra verkið. Tað verður í annaðkvøld, sunnukvøldið klokkan 20, at tónaskaldið sessast við klaverið í Tórskjallaranum í Sverrisgøtu 22 og framførir verkið saman við Bárði Reinert [...] er liðugt klokkan 21.00 fara Spælimenninir, sum eru Sharon, Ívar, Daniel og Kristian at spæla í ein tíma afturat, so at alt tiltakið endar klokkan 22.