ES-umsóknin seinkað

Uttanríkisnevndin hjá íslendska Altinginum verður ikki liðug at viðgera uppskotið um ES-samráðingar fyrr enn í næsta mánaði Tá íslendska stjórnin legði uppskotið um samráðingar við ES fyri Altingið, var ætlanin at fáa eina skjóta viðgerð har, so stjórnin kundi senda umsóknina til Bruxelles fyrst í juli.

Síðani viðgerðina í Altinginum hevur uppskotið verið í uttanríkisnevndini, og nevndin hevur nú boðað frá, at hon verður ikki liðug við viðgerðina fyrr enn í næsta mánaði.

Altingið hevur fingið umleið 80 viðmerkingar til uppskotið, og formaðurin í uttanríkisnevndini, Árni Þór Sigurðsson, sigur við Vísir, at nevndin fer at brúka ta tíð, sum er neyðug til viðgerðina, og at hon verður ikki liðug fyrr enn í næsta mánað.