Langaði fløsku í høvdið

Tveir ungir dreingir vóru farnir til hendurs á Tvøroyri sunnunáttina, og annar drongurin langaði eina fløsku í høvdið á hinum, sum av tí sama noyddist undir læknahond

Náttina til sunnudag klokkan 01.20 fekk løgreglan í Suðuroy eina fráboðan um harðskap.

Tað vísti seg at verða tveir ungir dreingir, um 16 og 17 ár, ið høvdu verið í hornatøkum uttanfyri TB húsið, har dansur var.

Tá báðir unglingarnir vóru í hornatøkum, gjørdi annar ikki mætari enn at langa eina fløksu í høvdið hinum.

Slagið tók somikið fast, at hann, ið fekk fløskuna í høvdið, noyddist undir læknahond at seymast. Hann fekk fýra pentur.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Suðuroy greiðir frá, at teir hava verið í samband við dreingin, ið langaði fløskuna í høvdið á hinum, og at hann verður ákærdur fyri harðskap. Hann er frammanundan kendur hjá løgregluni í Surðuoy.