Í minst 10 ára hava politikarar klændrast um, hvar vegurin frá Norðoyatunlinum skal liggja, men enn sýnist líka langt frá einari semju.
Tað undrar meg, at lítið og einki hevur verið at hoyrt um eina loysn við at gera brúgv frá grótkastinum frá Norðoyatunlinum yvir á grótkastið við ferjuleguna. Tað jú hevði stytt munandi um farleiðina. Tískil hevði ein brúgv helst verið bæði ferðslutryggari, bíligari og praktiskari. Harafturat hevði brúgvin sloppið leirvíkingum undan einum landsvegi, sum vísir seg at fara verða til forargilsi hjá bygdafólkinum, sama hvar hann verður lagdur.
Ein brúgv hevði verið ein stutt og góð farleið. Og verður rætt borðið at, nýtist ein slík loysn ikki at verða til stóran meinboga fyri leirvíkingar










