ÍF venjarin, Jón Simonsen, ásannaði, at hesa ferð hevði hansara lið spælt ímóti einum góðum fótbóltsliði:
- At teir eiga eitt gott fótbóltslið vil eitt nú siga, at spælararnir hjá teimum gera ikki persónlig mistøk. Okkara spælarar gjørdu fleiri persónlig mistøk, og tað vóru dýr. Í veruleikanum stóðust øll trý málini hjá teimum av persónligum mistøkum hjá okkara monnum. Tey kosta nógv, serliga tá ið HB er mótstøðuliðið.
Tað er tætt ímillum heimadystirnar hjá ÍF í hesum døgum. Mikukvøldið spældu fuglfirðingar fyrra hálvfinaluna í steypakappinini, í dag høvdu teir vitjan av HB, og hósdagin fer NSÍ at vitja í Fuglafirði.
Bartal Eliasen sat skaddur uttanfyri ímóti HB. Í Fuglafirði vóna teir, at hann verður førur fyri at spæla hósdagin.










